Mammografi-screening minkar ikki um tilburðir av krabba

Eivind Warberg, skuðrlækni, hevur eina grein í Sosialinum í dag um mammografi-screening.

 

Eivind Warberg sigur, at sjúkrahúsverkið í Føroyum raðfestir skeivt við at raðfesta mammografi-screening ovarliga, tí tað finnast ikki prógv fyri, at tað bjargar nøkrum ella er orsøkin til at tað eru færri kvinnur, ið hava bróstkrabba í dag.

 

Talið á kvinnum, ið doyggja av bróstkrabba er fallandi, men tað er ikki vegna mammografi-screening. Talið er eisini fallandi har mammografi-screening ikki er raðfest. Einvind Warberg sigur, at tað er fyrst og fremst ein samanseting av kanningan- og viðgerðarmøguleikum, ið hevur havt ein fallandi deyðatíttleika við sær.

 

Í summu førum hevur screeningin við sær, at kvinnur verða viðgjørdar fyri svullir, ið ikki eru vandamiklir. Vandin tá er, at viðgerðin hevur hjáarin við sær, ið kvinnan kundi verið spard fyri.

 

Eivind Warberg, skurðlækni, mælir í staðin til, at sjúkrahúsverkið heldur skuldi bygt eitt tvørfakligt toymi av skurðlæknum, røntgenlæknum, patologum, onkologum osfr.

“Harafturat kundi man gjørt sokallaðar pakka-gongdir sum hini Norðurlondini hava innan nógvar krabbameinssjúkur. Tað sum liggur í hesum er, at tað verður tíðarfest hvussu lang tíð skal ganga frá illgruna um krabbamein til kanning, útgreining og viðgerð ferð í gongd. Øll sjúklingagongdin verður sæð sum eina heild har tað verður tíðarstaðfest hvussu long tíð skal ganga millum hvørt liðið. Hetta fyri at fáa sjúklingin skjótt og gott ígjøgnum alla sjúkugongdina. Ein smidlig samskipan av allari gongdini. Til frama fyri sjúklingin.”

 

 Tú kann lesa allar greinina her