Seinast Óluva Anthoniussen hoyrdi nakað frá dóttir sínari, Anju, sum er stødd í Indonesia, var eina viku áðrenn jól. Síðani flóðaldan herjaði 2. jóladag, hevur hon onki hoyrt aftur frá henni.
Anja og maðurin, sum er frá Indonesia, fóru hagar fyrst í desember mánaði at halda jól saman við familjuni har. Við teimum var eisini tvey ára gamla dóttirin.
? Eg fekk eini sms-boð frá Anju eina viku fyri jól. Tá vóru tey stødd á eini frítíðaroyggj, men vóru á veg aftur til Sumatra, greiðir Óluva Anthoniussen frá, sum er glað fyri, at tey ikki vóru á frítíðaroynni, tá flóðaldan rakti.
Ræðuligt
Anja, dóttirin og maðurin eru stødd á oynni Sumatra nær við býin Medan. Vertsforeldrini búgva sunnanfyri økið, ið rakt er, og ambassadan í Medan hevur boðað frá, at økið Anja og familjan eru í, er ikki rakt.
? Men tað er ræðuligt onki at hava hoyrt. Telefonin hevur kimað í heilum, og hvørja ferð ristist eg sum eitt bókabað, tí eg eri bangin fyri, at tað eru deyðsboð, sigur Óluvá, sum fyri sjey árum síðani misti hitt barnið. 27 ára gamla sonin.
Systir og beiggi Óluvu hava internet, og tey royna at savna saman tíðindi, sum tey síðani fortelja henni.
? Eg havi havt tað ræðuligt líka síðani. Eg fekk eitt ordiligt sjokk. Eg klári ikki at hyggja eftir Degi og Viku, tí hatta klári eg ikki at síggja.
Eg eri trúgvandi, so eg biðji til Jesus fyri at fáa tey heim aftur í øllum góðum, men alíkavæl, so er óttin har alla tíðina, sigur Óluvá Anthoniussen.










