Mamman eisini skrásett

Zubeidat Tsarnajevu, sum er mamma teir báðar brøðurnar, ið sprongdu bumburnar í Boston, hevur staðið á yvirgangslistanum hjá amerikonsku fregnartænastuni CIA í umleið hálvtannað ár.

Tíðindastovan Sky sigur frá sínum keldum, at navnið á mammuni kom upp á listan hjá CIA um somu tíð sum navnið á tí eldra soninum. Sambært keldunum hjá Sky komu mamman og sonurin á listan hjá CIA eftir samskifti við russiskar myndugleikar.

Listin hjá CIA hevur heitið Tide, og á honum eru nøvnini á yvirgangsfólki og fólki, sum er undir illgruna fyri at hava samband við yvirgang.