Ein 28 ára gomul kvinna í býnum Husum í Norðurtýsklandi hevur viðgingið, at hon hevur gjørt av við fimm av sínum børnum av ótta fyri at blíva einsamøll. Tað sigur statsadvokaturin í Slensburg, Ulrik Stahlmann-Liebelt, við týsku tíðindastovuna DPA.
Statsadvokaturin sigur, at tað fyrsta drápið var í 2006. Tað árið og í 2007 vórðu líkini av tveimum børnum funnin. Seinni hevur kvinnan tikið lívið av trimum børnum afturat, og lík teirra vórðu funnin í kjallaranum heima hjá henni og manninum fyri stuttum.
Kvinnan er nú varðhaldsfongslað og ákærd fyri fimmfalt morð.
Týska løgreglan sigur, at kvinnan og maður hennara eru lutfalsliga væl fyri fíggjarliga, og teir sosialu myndugleikarnir hava ongantíð havt nakað við tey at gera. Tey hava tvey børn, átta og 10 ár gomul, eftir á lívi.








