Mamman doyvdi og fjaldi hana fyri at fáa finningarlønina

Í tríggjar vikur leitaði løgreglan eftir 9 ára gomlu Shannon, sum sambært mammuni var horvin. Men tað var ikki sannleikin

Í gjár byrjaði rættarmálið ímóti Karen Matthewsi, sum er skuldsett fyri at hava darvað arbeiðinum hjá løgregluni og fyri at hava misrøkt sína níggju ára gomlu dóttir.

Í ákæruritinum stendur, at Karen Matthews og ein vinmaður, sum hjálpti henni, ætlaðu at fjala gentuna í longri tíð. Seinni skuldu tey boða frá, hvar gentan var, og á tann hátt skuldu tey fáa 500.000 krónur í finningarløn frá einum lokalum blaði.

Á tí fyrsta rættarfundinum kom fram, at Karen hevði greitt nøkrum vinfólkum frá, at hon hevði biðið ein vinmann hava dóttir sína, tí hon ætlaði at rýma frá sambúgva sínum. Men ætlanin miseydnaðist. Tá hon skuldi siga sambúgvanum, hvat hon ætlaði, megnaði hon tað ikki. Ístaðin fyri valdi hon at boða frá, at dóttirin var horvin á veg heim úr skúlanum.

Bretska løgreglan tók málið í sera stórum álvara, tí hetta kundi vera eitt Madeleine McCann-mál afturat, skrivar The Guardian. Men 24 dagar seinni bleiv Shannon funnin, og løgreglan avdúkaði, hvat veruliga var hent. Kanningarnar hjá løgregluni vístu, at gentan hevði fingið doyvandi heilivág.

Karen Matthews og vinmaðurin vórðu tikin og hava sitið í varðhaldi síðani. Tey nokta seg sek, sigur Sky News.