Mamman doyði dagin eftir dóttrina

Sjónleikarin Debbie Reynolds er deyð 84 ára gamal. Tað merkisverda við hesum er, at hon er mamma sjónleikaran Carrie Fisher, sum fyrradagin doyði 60 ára gomul.

Carrie Fisher fekk hjartatilburð umborð á einum flogfari ávegis til Los Angeles, og hóast hon fekk lívbjargandi fyrstuhjálp og varð flutt á sjúkrahús, yvirlivdi hon ikki, men doyði fýra dagar seinni. Carrie Fisher er kend frá leiklutinum sum Leia prinsessa í Star Wars røðini.

Dagin eftir doyði mamman Debbie Reynolds, og sonurin Todd Fisher sigur við Reuters, at seinastu orðini hjá mammuni vóru, at hon saknaði Carrie.

Debbie Reynolds var eisini kend sum sjónleikari. Hon spældi við í eitt nú stórfilminum Singing In The Rain frá 1952, og í 1965 varð hon tilvend til Oscar heiðursløn fyri leiklutin í The Unsinkable Molly Brown.  Hon hevði eisini ein minni leiklut í filminum Bodyguard frá 1992. Í 2015 fekk hon ein heiðurs-Oscar fyri sítt drúgva avrik innan filmsvinnuna.

Í mai mánaði í ár varð ein dokumentarfilmur um møgðurnar frumsýndur á filmsstevnuni í Cannes. Flimurin kallast ”Bright Lights: Starring Carrie Fisher and Debbie Reynolds”. Filmurin skal frumsýnast í amerikanskum sjónvarpi í mars mánaði.