Mamma tveitti nýføðing út ígjøgnum vindeyga

Í Týsklandi hevur løgreglan tikið eina 20 ára gamla kvinnu og skuldsett hana fyri at hava tveitt sítt nýfødda barn út ígjøgnum eitt vindeyga í einari íbúð í Berlin. Tað vóru grannar hjá kvinnuni, sum komu fram á tann lítla drongin, sum lá í kavanum. Grannarnir ringdu alt fyri eitt eftir einum sjúkrabili, men drongurin doyði, stutt eftir at hann var komin á sjúkrahúsið.

Mamman, sum er ættað úr Rumenia, er løgd inn á sjúkrahús. Tað er ikki greitt, hví hon tveitti barnið út ígjøgnum vindeygað.