Tað var í grindini í Sandavági, at hendan sermerkta hending fór fram. Søgan er bygd á vitnisfrágreiðingar frá rættarfundinum fríggjadagin, har tey fimm Sea Shepherd-umboðini vóru ákærd fyri brot á revsilógina.
Ein 24 ára gomul amerikonsk kvinna var júst handtikin, eftir at hon hevði runnið út í vatnið móti hvalunum, sum alsamt nærkaðust sjóvarmálanum.
Ein fyri og annar eftir vóru fýra onnur umboð fyri Sea Shepherd eisini handtikin, og tað var júst, tá ein teirra var førdur yvir hagar, sum tey handtiknu sótu, at amerikanska kvinnan sá møguleikan, og streyk av stað í ruðuleikanum, við beinari kós móti grindadrápinum.
Hon slapp tó ikki langt. Hon hevði ikki runnið meiri enn eini fimm metrar, tá ein sterkur armur tók í hana og helt henni, til menn komu til hjálpar og leiddu hana aftur til løgregluna.
Armin, ið tók í amerikonsku gentuna, átti ein mamma, sum var stødd niðri á sandinum og eygleiddi drápið. Tá hon tekur í amerikonsku kvinnuna, hevur hon ein son sitandi á hinum arminum, meðan tvey børn standa undir liðini á henni. Kortini hugsaði hon skjótt og fekk tarnað Sea Shepherdliminum so mikið, at onnur kundu traðka til og leiða hana aftur til løgregluna.