”Um mamma sjálv sat við avgerðini, hevði hon livað í verðini hjá fartelefonini…”
- Soleiðis segði sonur mín við meg nøkur ár herfyri, og hetta var eitt ”wake-up-call” fyri meg. Skjótt legði eg inn á mína fartelefon appina, Moment, sum mátar, hvussu leingi eg brúk telefonina.
Tað skrivar Ida Auken, sum er danskur fólkatingslimur, á netsíðuni – www.helse.dk. Í greinini vísir hon á, at sum dagarnir gingu, vísti tað seg, at hon brúkti sína fartelefon eitt heilt samdøgur um vikuna. Hon var á Facebook, LinkedIn, Messenger, og hon var á tíðindasíðum, sms og á arbeiðsappini, Podio.
- Tá sonur mín segði, sum hann gjørdi, hugsaði eg: Nei, ein slíkur persónur vil eg ikki vera, sigur hon. Nú hevur familjan skíggjareglur heima við hús. Ongar fartelefonir eru við borðið undir máltíðunum, og millum klokkan 18 og 20 liggja telefonirnar á hillini. Men, tað er trupult, viðgongur Ida Auken.
Tíbetur er maður hennara raskari at biðja um, at telefonirnar verða lagdar til viks. Hann hevur eisini skrivað bókina ”Skærmens magi”, og Ida Auken ásannar, at maðurin hevur gjørt húsfólkið klókari.
- Vit eru blivin manipulerað. Eg trúgvi, at vit hava verið ov naiv yvirfyri sterku kreftunum. Tað sita ”behavioral experts” í stóru fyritøkunum við miljardum av krónum, ið skapa appirnar, sum skulu ”løna” okkara heilum. Netflix, Messenger og Candy Crush kappast um pengarnar og okkara tíð, sigur hon.
Ida Auken vísir á, at sambært Netflix er størsti kappingarneytin náttarsvøvnurin. Tað er tí, at telefonin vísir ”10 sekund til næsta brot”, tá tú annars ert við at leggja telefonina frá tær um kvøldið.
- Tað gagnar okkum at gerast klókari um, hvussu skíggjarnir seta í gongd okkara heilar. Við smáum reyðum litum, glamrandi ljóðum og virðislønum, sum minna um sukurmolar, stjelur skíggin okkara uppmerksemi, sigur hon og ásannar, at mannaheilin frá náttúrunar hond er betri gearaður til savningarsamfelagið enn til eitt sonevnt smartphone-society, sum hon rópar tað.
Tí er tað sera umráðandi, heldur hon, at vit vita, hvussu vit skulu standa ímóti hesum. Ida Auken hevur nú tikið stig til tað, hon rópar Center for Digital Sundhed, sum skjótt verður veruleiki.
- Eg haldi, at allir fólkaskúlar skuldu havt ein ”mobil-politikk, og eg kundi hugsað mær, at vit fingu samgilta mentan – ella ”digitalt dannelse” á tímatalvuna í skúlanum, soleiðis at børnini kunnu læra, hvat tað í veruleikanum er, tey standa yvirfyri.
Hon heldur, at vit í størri mun eiga at hugsa um samgilta heilsu.
- Tíbetur hava vit fokus á kost, royking, alkohol og rørslu, og tað er nógv fokus á okkara ytra likam. Men, í einari tíð, har familjur føla, at teimum vantar tíð og frið – og har strongd, angist og svøvntrupulleikar plága okkum – áttu vit at verið meira vakin um, hvussu KT-risar bumba okkara sinni, sigur hon.
Fólkatingslimurin leggur dent á, at eitt menniskja hevur bert eitt sinni og hevur avmarkað eftiransni.
- Í okkara familju hyggja vit minni í skíggjar nú, og vit síggja meira hvønn annan. Eg leggi telefonina á hillina og taki eina bók við í sofuna. Børnini hava lært at keða seg, og eg livi nú 100 prosent í verðini hjá børnunum – heldur enn í verðini hjá fartelefonini.
Ida Auken sigur, at tað vóru børnini, sum lærdu hana nakað týdningarmikið í lívinum: Tey lærdu hana at taka lívið í hendurnar - heldur enn at taka hondina í fartelefonina!
Ida Auken (1978) er útbúgvin cand.theol. Hon er limur í danska fólkatinginum og hevur eisini verið umhvørvisráðharri. Hjúnarfelagi er Bent Meier Sørensen, og Ida Auken hevur skrivað bókina: ”Livet efter døden i de store verdensreligioner”.