Mamma: Ein vandamikil sutta

Í gjár fekk Portalurin ein teldupost frá mammu, sum hevði fingið ein rættiligan hvøkk.

- Eg hoyrdi fýra mánaðar gomlu dóttir mína gráta. Takk Guð fyri, at hon fekk grátið so mikið hart, at eg hoyrdi hana. Eg fann dóttrina við suttuni bretta inn í munnin øll, sum hon var, og eg mátti ordiliga hála suttuna úr munninum á henni aftur.

Mamman, sum er útbúgvin sjúkrasystir, sigur, at hon beinanvegin kunnaði handilin, haðani hon keypti suttuna, um tað, ið hendi, og hesin handilin hevur tikið suttuna av aftur hillunum.

- Suttan er tó til sølu í fleiri handlum, eg haldi, at merkið er "Baby" - ein sutta í einum plastikposa. Hesar suttur hava sterkar litir og hava eitt "gammaldags" snið, sum mamman í teldupostinum tekur til.

Myndin er av suttuni, sum fýra mánaðar gamla gentubarnið fekk inn í munnin - alla, sum hon er.