Maltesiskir U21 landsliðsleikarar revsaðir hart fyri "Matchfixing"

Maltesisku U21 landsliðsleikarunum, Emanuel Briffa og Kyle Cesare hava fingið leikbann fyri lívstíð

 

 

 

Ein stórur skelkur hevur rakt oyggjalýðveldið í Miðalhavinum, Malta sum er ein kend feriuoyggj millum manna.

 

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA hevur revsað seks maltesiskar U21 landsliðsleikarar fyri "Matchfixing", har hesir hava verið við til at leggja dystir "til rættis" soleiðis, at ávísar veddingarfyritøkur og ávísir veddarar hava fingið tað úrslit teir hava viljað havt.

 

UEFA hevur kannað tveir U21 landsliðsdystir hjá Malta, sum vóru spældir í mars 2016. Annar var ímóti Montenegro, sum Malta tapti 0-1, og hin var ímóti Kekkia, sum Malta tapti 0-7. Og har hevur UEFA staðfest, at alt fór ikki rætt fram í teimum báðum dystunum. 

 

UEFA hevur givið maltesisku U21-landsliðsleikarunum, Emanuel Briffa og Kyle Cesare leikbann fyri lívstíð fyri teirra lut í Match-fixingini í dystunum ímóti Montenegro og Kekkia. UEFA sigur, at Emanuel Briffa og Kyle Cesare upplagt gjørdu sítt til, at ein triði partur skuldi fáa tað úrslitið, sum hann ynskti sær í hesum báðum dystunum hjá maltesiska U21-landsliðnum, og Emanuel Briffa og Kyle Cesare hava havt egnan vinning fyri eyga. 

 

Samir Arab hevur fingið eitt leikbann frá UEFA uppá tvey ár. Ryan Camenzuli hevur fingið eitt leikbann uppá 18 mánaðir. Og  Llywelyn Cremona og Luke Montebell hava fingið bann í eitt ár.

 

Hesir fýra hava ikki gjørt nakað ólógligt á vøllinum í samband við dystirnar ímóti Kekkia og Montenegro, men UEFA hevur valt at revsa hesar fýra spælararnar, tí teir ikki beinavegin og av egnum vilja boðaðu UEFA frá, at nakað var galið.