– Maltesar vilja øgiliga gjarna vinna

– Tað hevur nívt fólkið á Malta, at Føroyar hava vunnið teir tríggjar dystirnar higartil millum londini bæði, so nú vilja teir síggja ein sigur.

Tað sigur 30 ára gamli fuglfirðingurin, Henry Petersen, sum býr í høvuðsstaðnum Valetta, og sum verður millum áskoðararnar á Ta’Qali-leikvøllinum í kvøld.

– Eg vóni bara ikki, at føroyska liðið fer at undirmeta Malta, tí maltesar hava eitt lið, sum er tekniskt sera væl fyri, men ikki so væl fyri taktiskt, sigur hann.

Tríggjar tær undanfarnu ferðirnar, Føroyar og Malta hava spælt ímóti hvørjumøðrum, hava Føroyar vunnið: Fyrst tvær ferðir 2-1 í HM-undankappingini í 1997, og síðani 3-2 í einum vinardysti í 2004.

Hoyr samrøðu við Henry Petersen við at trýsta á pílin undir myndini.