Meðan fleiri av lykalspælarunum á føroyska landsliðnum hava givið avboð, so eru at kalla allar stjørnurnar hjá Malta við. Teir hava tríggjar útisetar, sum allir eru við.
Størsta stjørnan á liðnum er Michael Mifsud, sum í dag spælir við Melbourne Hearts í Avstralia. Hann hevur millum annað spælt í Týsklandi við FC Kaiserslautern, í Noreg við Lillestrøm og í Onglandi við Coventry og Barnsley.
Hópurin hjá Malta:
Málverjar:
Justin Haber (Birkirara)
Andrew Hogg (Kalloni, Grikkaland)
Verjuspælarar:
Andrei Agius (Torres, Italia)
Steve Bezzina (Balzan)
Jacob Borg (Sliema)
Jonathan Caruana (Valletta)
Ryan Camilleri (Hibernians)
Clifford Gatt Baldacchino (Sliema)
Alex Muscat (Sliema)
Clayton Failla (Hibernians)
Justin Grioli (Balzan)
Miðvallarar:
Roderick Briffa (Valletta)
Ryan Fenech (Valletta)
Edward Herrera (Birkirara)
Mark Scerri (Sliema)
John Mintoff (Sliema)
Andrew Cohen (Hibernians)
Framherjar:
Andre Schembri (Omonia Nicosia, Kýpros)
Michael Mifsud (Melbourne Hearts, Avstralia)
Terence Vella (Birkirara)
Landsdysturin millum Malta og Føroyar verður klokkan 18 í annaðkvøld.