Malta setti met ígjár. Síðani landið leikti sín fyrsta altjóða skrásetta dyst ímóti Eysturríki í 1957 hevur lítla miðalhavstjóðin lagt rygg til mangt stórtapið, umframt at Malta hevur tapt ímóti Føroyum tríggjar ferðir. Men ígjár vóru maltesarnir skarprættarnir, og tá serliga Michael Mifsud, sum leikar við Coventry í næstbestu ensku deildini. Malta vann heili 7-1 á Liktinstein, eftir hálvleiksstøðuna 4-0. Michael Mifsud, sum áður hevur leikt við norska tippuligaliðnum, Lillestrøm skeyt heili 5 mál fyri Malta ígjár, tó at tvey av teimum vóru brotsspørk. Jamie Pace og Brian Said skoraðu hini bæði málini fyri Malta. Franz Burgmeier skoraði troystarmálið hjá Liktinstein. Liktinstein hevur annars staðið seg væl í teimum seinastu undankappingunum, har teir hava megnað at fingið samanlagt 15 stig, m.a. við at leika 2-2 ímóti Portugal, og við at vinna 3-0 á Íslandi. 26 ára gamli Michael Mifsud hevur nú skorað 19 mál í 57 landsdystum fyri Malta, og skorar Mifsud eisini javnan fyri lið sítt Coventry, sum eru at finna í næstbestu ensku deildini. So nógv kann ein dygdargóður leikari lyfta einum landsliði hjá einum lítlum landi.