Malta mundi koppað turkisku bjørnini

Turkaland hevði tørv á øllum trimum stigunum á Malta í dag, um tað skuldi eydnast turkum at halda tørn millum tey bestu í bólki C. Men maltesararnir vístu, at teir als ikki eru at spæla við.

Fimm minuttir fyri hálvleik tók Brian Said øll á bóli, tá ið hann við einum góðum langskoti legði heimaliðið á odda 1-0. Gleðin var tó stokkut, tí í síðsta minutti fyri hálvleik javnaði Halil Altintop fyri Turkaland.

 

Í seinna hálvleiki megnaði Malta at halda seg inni í dystinum, og eitt korter fyri leiklok tóku teir enn einaferð allar 12.000 áskoðararnar á T´Qali-leikvøllinum á bóli. Hesuferð var málskjúttin Andre Schembri, sum setti bóltin flatt í netið frá brotsparkshorninum.

Men enn einaferð vóru turkar skjótir at svara aftur, hesa ferð við máli frá Servet Çetin, sum skallaði bóltin í netið til endaliga úrslitið, sum teir á Malta hóast alt munnu vera best nøgdir við.