Malson klárur fyri B36

B36 hevur seinastu vikurnar bíða eftir spæliloyvinum hjá onglendinginum Sam Malson

Nú er hetta komið í lag. Endaligu loyvini komu til árstalsfelagið í gjár, soleiðis at framherjin kann verða við, tá EB/Streymur vitjar í høvuðsstaðnum sunnudagin.

Árstalsfelagið hevur havt stóran tørv á einum áleypara, síðan nevndin valdi at uppsiga Károly Potemkin. Seinasta vikuskiftið, tá B36 spældi í Klaksvík, røkti Odmar Færø hesa uppgávuna.

Sam Malson er 21 ára gamal, og hevur seinastu mánaðirnar leikt við eykaliðnum hjá Plymouth.