TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Benjamin M. Absalonsen, sum er ein av fyrireikarunum av einum øðrvísi marknaðardegi í skúlanum á Viðareiði í morgin. Marknaðardagur er í samband við, at næmingar á skúlanum á Viðareiði skulu á námsferð í Ìslandi.
Á marknaðardegnum fer m.a. ein málningur hjá kenda listarmálaranum, Arnold Vegghamar á meksikanska uppboðssølu, sum byrjar klokkan 14.30. Tiltakið annars byrjar klokkan 11.