Innan listina hevur Petur fingist mest við tónleik, men byrjaði fyri stuttum at royna seg innan málningalist.
Lena og Niclas fara at spæla nøkur løg. Martin Restorff borðreiðir við ábiti og boblum.
Framsýningin verður í Williamsstovu við Steinatún - í niðaru hædd, har Myndlist heldur til.
Framsýningin heldur fram til og við 4. oktober, sigur Petur Háberg Jacobsen, sum heilsar, at fólk eru vælkomin.