Í dag letur Hilmar J. Højgaard upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Hilmar hevur havt fleiri framsýningar tey seinastu árini. Íblásturin til málningarnar fær hann serliga úr føroysku náttúruni og øllum tí, sum rørir seg har. Málningarnir, sum vera við á framsýningini, eru m.a. teir eyðkendu landskapsmálningarnir.
Framsýningin verður opin til 10. november.