Danski filmsleikstjórin Nils Malmros segði í 2013, at hann hevði gjørt síðsta film sín. Men eftir at hava funnið handrikið hjá Jørgen-Frantz Jacobsen hevur hann skift meining, sigur hann við Politiken

Malmros ger nýggjan film úr gloymdum handriti hjá Jørgen-Frantz

Higartil ókent handrit hevur fingið Nils Malmros aftur at »gera síðsta filmin«

Danski filmsleikstjórin Nils Malmros segði í 2013, at hann hevði gjørt síðsta film sín. Men eftir at hava funnið handrikið hjá Jørgen-Frantz Jacobsen hevur hann skift meining, sigur hann við Politiken

Danski filmsleikstjórin Nils Malmors segði fyri níggju árum síðani, at filmurin »Sorg og glæde« var síðsti filmur hansara.

Men eftir at hava leitað í drúgva tíð hevur hann fingið fatur á einum handskrivaðum handritið hjá føroyska rithøvundanum Jørgen-Frantz Jacobsen.

Og tað fær hann at skifta meining, sigur hann við Politiken.

– Tað var eg, sum gjørdi filmin »Barbara«, sum var eftir einastu skaldsøguni hjá Jørgen-Frantz Jacobsenn –hildu vit.

– Nú tá tað vísir seg, at tað eftir øllum at døma er eitt verk afturat, er nærliggjandi, at tað eisini verði eg, sum skal taka mær av tí, sigur hann við blaðið.

Tað var í 1996, at Nils Malmros í Føroyum leikstjórnaði filmin »Barbara« eftir kærleiksskaldsøguni hjá Jørgen-Frantz Jacobsen við sama heiti.

Í tí arbeiðinum rendi Nils Malmros seg í nakrar setningar í eini bók, sum bendu á, at eitt annað handrit var til hjá føroyska rithøvundanum.

Tað var í bókini »Dýrmæta lív«. Tað er bók við brævaskiftið millum Jørgen-Frantz Jacobsen og William Heinesen.

Tí at tann higartil loynila søgan sambært Jørgen-Frantz hevði »sera privatar« frásagnir av livandi fólki, bað vinmannin goyma verið »vælinnpakkað á tryggast møguligum stað«, skrivar Politiken.

Og tað gjørdi William Heinesen. Heilt fram til deyða sín í 1991.

Síðani hevur Nils Malmrøs leitað við ljós og lykt, til tað á sumri í fjør eydnaðist honum at finna uppruna handritið við heitinum »Koh-i-Noor« í Føroyum.

Hann fann tað hjá soni William Heinesen, listamanninum Zaharias Heinesen.

##med2##

 

Sambært Politiken er talan um eina frásøgn á 114 tættskrivaðum síðum. Hon snýrs eg stutt sagt um eitt dramatiskt veitslulív á sanatorinum í Vejle, har Jørgen-Frantz Jacobsen, sum var sjúkur við tuberklum, var.

Nils Malmros hevur skrivað handritið saman við starvsfelagnum John Mogensen, skrivar Politiken. Einki verður nevnt um tíðarætlan í hesum sambandi.

Saman við fleiri rithøvundum verður Nils Malmros við á seminari á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn um júst »Barbaru«.

 

/ritzau/

 

 

 

Danski filmsleikstjórin Nils Malmros segði í 2013, at hann hevði gjørt síðsta film sín. Men eftir at hava funnið handrikið hjá Jørgen-Frantz Jacobsen hevur hann skift meining, sigur hann við Politiken

»Koh-i-Noor« er navnið á einum av heimsins størstu gimsteinum.