Málmenninir vunnu

Hugo Lloris og David De Gea blivu stóru vinnarnir í málleysa javnleikinum millum Tottenham og United

Fyrsti dystruin í 19. umfari í Premier League hevur verið í dag. Hóast nógvar stórar møguleikar, so kom einki mál í dystinum millum Tottenham og Manchester United. Hugo Lloris(Tottenham) og David De Gea(Manchester United) spældu hvør sín góða dyst í málunum.

 

Les eisini: Ørt at spæla í dag

 

Louis van Gaal hevur gramt seg um jólaskránna í Premier League, men valdi løgið nokk at byrja við somu ellivu, sum hann byrjaði við móti Newcastle 2. jóladag. Tað er fyrstu ferð í 85 dystir, at Manchester United byrjar við sama liðið tveir dystir upp í slag.

 

Tað sást ikki í fyrra hálvleiki, at hesir menninir vóru troyttir, tí Manchester United var greitt omaná leikliga. Serliga Robin van Persie kom til stóran møguleika, men Hugo Lloris bjargaði. Sum heilt spældi franski landsliðsmálverjin framúr væl.

 

Í seinna hálvleiki var Tottenham hinvegin omaná, men heldur ikki teir megnaðu at skora. Tað endaði tí við málleysum javnleiki.

 

- Í fyrra hálvleiki var tað fótbóltur, men í seinna hálvleiki var tað meiri eitt sríð fyri lívinum, sigur Louis van Gaal, og vísir til trongu skránna á jólum.

 

Manchester United liggur framvegis trygt á triðja plássi og hevur ikki tapt í desember. Seinastu tríggjar ferðirnar tað er hent, hevur felagið vunnið Premier League. Tottenham hevur fyri fyrstu ferð í 40 ikki tapt í fimm innanhýsis uppgerðum móti Manchester United. Tottenham liggur á sætta plássi.

 

Premier League 19. umfar:

Í dag:

Tottenham – Manchester United 0-0

Southampton – Chelsea (14:05)

Aston Villa – Sunderland (15:00)

Hull – Leicester (15:00)

Manchester City – Burnley (15:00)

QPR – Crystal Palace (15:00)

Stoke – WBA (15:00)

West Ham – Arsenal (15:00)

Newcastle – Everton (16.15)

 

Í morgin:
Liverpool - Swansea (20:00)