Í Malmø fegnast teir um lutakastið

- Talan er um eitt gott lutakast, men vit mugu verða eyðmjúkir um uppgávuna, sigur Jeffrey Aubynn hjá Malmø FF við Sydsvenska Dagbladet. Jeffrey Aubynn metir, at á pappírinum varð HB tað besta lutakastið, sum Malmø FF kundi fáa. - Men vit mugu taka uppgávuna í álvara, og gera okkara arbeiðið til lítar. Sjálvt um vit hava fingið ein fyrimun við hesum lutakastinum, so mugu vit vita hvat vit gera, undirstrikar Jeffrey Aubynn.

 

Jeffrey Aubynn metir tað verða ein fyrimun, at Malmø hevur heimadyst fyrst, so teir yngru spælararnir kunnu verða í einum tryggum umhvørvi til tann fyrra dystin. Jeffrey Aubynn leggur herðslu á í samrøðuni við Sydsvenska Dagbladet, at dirvi er tað týdningarmesta, tá ein skal royna seg í Champions League kappingini. - Vit mugu spæla sum í Allsvensku fótbóltsdeildini fyri at eydnast. Vit mugu tora at spæla okkara spæl, og ikki hugsa, at hendan kappingin er ov stór til okkum.

 

Annars skrivar Sydsvenska Dagbladet, at Malmø FF hevur nógvar skaddar spælarar, og at tað verður í langt frá sterkastu uppstilling, at Malmø FF tørnar út ímóti HB.

 

Malmø FF er annars seks ár yngri enn HB. Felagið varð stovnað tann 24. februar í 1910. Felagið hevur vunnið 16 svensk meistaraheiti, tó bert tvey meistaraheiti tey seinastu 23 árini. Malmø spælir á Swedbank leikvøllinum (sí myndin) sum tekur heilar 24.000 áskoðarar.

 

Í kvøld hevur Malmø FF spælt ímóti Kalmar FF á heimavølli. Malmø FF vann 2-0, og liggur sum nummar sjey í allsvenskuni, sum besta svenska fótbóltsdeildini eitur við 20 stigum fyri 12 dystir.