Málið um Ingilín á skránni týsdagin

Kæran um Ingilín Didriksen Strøm er á skránni, tá landsstýrismálanevndin hevur fund týsmorgunin klokkan 9

Løgtingið fer til arbeiðis aftur eftir heystfrítíðina týsdagin. Klokkan 9 hevur landsstýrismálanevndin fund, og klokkan 11 er tingfundur.

 

Umframt kæruna hjá Jacob Vestergaard um Ingilín D. Strøm er eisini kæran hjá Árna Skaale um Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnu- og samferðslumálum eisini á skránni hjá landsstýrismálanevndini.

 

Uppgávan hjá landsstýrismálanevndini er at hava rættarligt eftirlit við, at løgmaður og landsstýrismenn halda lóggávuna. Hon røkir starv sítt sbrt. § 38 í Stýrisskipanarlógini. Nevndin hevur heimild at boðsenda løgmanni ella landsstýrismanni at koma á fund at greiða frá ávísum máli. Málini eru loynilig í tann mun, viðurskifti hjá einstaklingum gera tað neyðugt. Í landstýrismálanevndina er Hans Jacob Thomsen úr Javnaðarflokkinum, sum er formaður, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum og Hanna Jensen úr Framsókn.

 

Her eru skjølini í málinum hjá Ingilín Didriksen Strøm í málinum:

 

Bræv frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, til landsstýrismálanevndina

 

Ummælisskrivið frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu

 

Upprit - Annfinn V. Hansen, sakførari, um fyribilsniðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini

 

Landsstýrismálanevndin hevur fingið eina drúgva frágreiðing frá Ingilín Didriksen Strøm, sum nevndin skal gjøgnumganga væl og virðiliga, og sum landsstýriskvinnan uttan iva heldur fer at broyta støðuna hjá nevndini.

 

Landsstýrismálanevndin hevur løgfrøðiliga ráðgeving frá Løgtingsskrivstovuni, men tað er politiska nevndin, landsstýrismálanevndin, sum skal taka støðu. Hon nýtist ikki at halda tað sama, sum løgfrøðingarnir hjá Løgtinginum, tí um so var, so kundi Løgtingsskrivstovan sjálv gjørt av, nær landsstýrisfólk skulu koyrast frá.

 

Hjá eini andstøðu eru slík mál sum oftast funnin fressur at órógva eina samgongu við. Tí kann ein andstøða kroysta eitt landsstýrisfólk frá, so gevur tað politiska óstabilitet.

 

Kann eitt landsstýrisfólk dømast fyri at hava sagt ósatt fyri Løgtinginum, so fellur hamarin. Og tá er tað líka mikið, um málið er størt ella lítið.

 

Verður niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini eftir viðgerðina av svarskrivinum hjá landsstýriskvinnuni, at hon hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum, so fellur hon.

 

Tann fyrsta avleiðingin av tí verður so, at hon fer úr landsstýrinum og aftur í Løgtingið. Tað merkir, at Kim Durhuus úr Javnaðarflokkinum í somu løtu missir tingsessin. Tí hann situr sum ytsta varafólk hjá Javnaðarflokkinum sum nummar 13 á listanum.

 

Javnaðarflokkurin skal so kjósa sær nýtt landsstýrisfólk, sum kann vera funnið í tingmanningini, men tað er eingin treyt, at nýggja landsstýrisfólkið ikki verður funnið uttan fyri tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum.

 

Verður hinvegin ósemja um málið, og landsstýriskvinnan ikki leggur frá sær – og verður misálit reist, sum andstøðan og kanska bara partar av samgonguni taka undir við, so kann tað í síðstu syftu føra til samgonguslit.

 

Tað eru ikki meira enn sløk tvey ár síðani, at eitt mál um eitt landsstýrisfólk førdi til samgonguslit seinast.

 

Tað var tá Bárður á Steig Nielsen koyrdi Jenis av Rana frá sum landsstýrismann – og Miðflokkurin tók stuðulin aftur frá samgonguni.

 

Tað førdi til nýval 8. desember í 2022.