TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Boga Simonsen frá føroyska bridgelandsliðnum, sum skal royna seg í NM í bridge á heimavølli komandi dagarnar.
Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri setur norðurlendsku bridgekappingina á Hotel Føroyum í annaðkvøld klokkan átta, og fríggjamorgun fara kappingarnar í gongd.
Bogi Simonsen heldur, at talan er um eina prestisjutunga kapping, har lið í absoluttu heimselituni í bridge koma á vitjan í Føroyum. Málið hjá honum og hinum fimm monnunum, sum manna bridgelandsliðið er at undganga at enda aftast av teimum seks norðurlondunum. Bogi vónar, ið hvussu er, at Føroyar kunnu enda frammanfyri Finnland, men tað verður ein hørð og torfør kapping fyri føroyska liðið.










