B68 tapti í kvøld seinnu hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið 1-0 í móti HB í Gundadali. Fyrru hálvfinaluna vann HB eisini 1-0.
- Tá B68 14. mai vann 4-3 á ÍF í fjórðingsfinaluni, vóru tað ikki nógv sum væntaðu, at B68 fór at hava nakran møguleika at vinna hálvfinaluna í móti HB. Tann 11. mai tapti B68 nevniliga landskappingardyst 4-0 á Svangaskarði móti einum sera væluppløgdum HB-liði.
Heimasíðan hjá Nes kommunu skrivar í kvøld, at sigurin í steypakappingini móti ÍF og seinni í landskappingini móti KÍ, gav B68 leikarum og áskoðarum trúnna á, at tað var møguligt at leika seg í finaluna.
- Í fyrru hálvfinaluni, sum varð leikt á Toftum 4. juni, var B68-liðið óheppið at tapa 1-0. Vónin livdi tí enn áðrenn seinnu hálvfinaluna, sum var leikt í Havn í kvøld. Men tað gekk ikki. HB vann uppiborið 1-0, við einum máli sum kom fyrst í seinna hálvleiki.
Heimasíðan heldur, at nú kann B68 savna seg um landskappingina, sum er komin í helvt. Eftir 13 dystir liggur B68 nummar 8 - við 9 stigum, sum er sama stigatal sum AB, men B68 hevur betri málmun. Skála hevur 5 stig.
- Málið hjá B68 í ár er at halda seg í Effo-deildini. Næsti dystur hjá B68 verður sunnudagin á Svangaskarði móti Víkingi, skrivar Nes kommuna.