Malfrid Svabo 85 ár

Ein heilsan til mammu á 85 ára degnum.

Tað er ikki til at skilja, at tú í dag fyllir 85 ár. Tú, sum altíð er tann fyrsta til at varta okkum, og onnur, ið koma inn á gólvið, upp. Tú hevur altíð verið super aktiv og hevur enn ógvuliga ringt við at sita still. Tað er ikki av ongum, at títt fyrsta langommubarn gav tær navnið »Hoppomma«.
Taka tað í »slow motion«, tað dugir tú illa. Har, sum tú ert, skal tað ganga skjótt fyri seg.
Ikki ætlaði tú at gera tað stóra burtur úr hesum føðingardegnum. Men at liggja á B5 við einum brotnum beini føðingardagin, var ikki tín ætlan fyri einum mánað síðani.
Góða mamma. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum og alt væl í framtíðini.
Vit gleða okkum til at fáa teg heim til jólar.
Kærar heilsur og tøkk fyri alt, ið tú ert fyri okkum.

Børn, svigarbørn, ommu- og langommubørn