Malena Josephsen hevur í nógv ár verið ein tann besti áleyparin í føroyskum fótbólti. Seinnu árini hevur hon tó gjørt alt meira um seg í verjupartinum, og hetta hevur hon gjørt somikið væl, at hon í kvøld er kosin ársins verjuspælari. Heiðurin vann hon í kapping við Rakul V. Magnussen og Liljuna av Fløtum Jespersen.
Hjá monnum fall valið á Jóhan Troest Davidsen. Jóhan hevur verið fastur miðverji hjá HB størsta partin av árinum, men seinastu dystirnar var hann tó uttan fyri við skaða. Jóhan vann heiðurin í kapping við Bárð Hansen úr Víkingi og Hørð Askham úr B36.










