Tá løgreglan seinnapartin í gjár kannaði prutl í Hoyvík, vórðu tvey mál skrivað. Í øðrum førinum var tað ein ov ungur prutlførari steðgaður. Hann var undir 15 ár og hevði ikki lov at koyra prutl. Men av tí at hann var undir 15, verður hann ikki skuldsettur. Men tað verður eigarin av prutlinum hinvegin. Hann verður skuldsettur fyri at hava loyvt einum ov ungum førara uttan koyrikort at koyra prutlið.
Tá hetta prutlið varð sett á rullifjølina hjá løgregluni varð tað mált til at kunna koyra 47 km um tíman, og tað er ov nógv. Eitt lítið prutl skal ikki kunna koyra meira enn 30 km um tíman. Tí var nummarplátan tikin, og eigarin fær eisini bót fyri tað. Bótin verður latin eftir, hvussu skjótt prutlið verður mált at kunna koyra.
Eitt annað prutl varð mált til at kunna koyra 80 km um tíman. Tað var eisini alt ov nógv, so tað prutlið misti eisini nummarplátuna og eigarin fær bót fyri tað.
Annars hevur tað verið eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni, sum seinasta samdøgrið eisini tók tvey sett av nummarplátum av bilum, sum ikki hava rinda trygging, vegskatt ella ikki verið til sýn.











