Paolo Maldini hevði ætlað at steðgað við fótbóltinum í summar, men nú hevur hann enn einaferð longt sáttmálan við Milan Síðani hann í 1984 spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá AC Milan, hevur Paolo Maldini ment seg til at verða ein sonn legenda í felagnum.
Ætlandi skuldi tíðarskeið hansara steðga nú í summar, men hóast árini nú eru 39 í tali, so er Maldini komin til ta niðurstøðu, at hann orkar at spæla eitt ár afturat. Og á heimasíðuni hjá Milan verður nú staðfest, at nýggjur sáttmáli er skrivaður.