- Málbrúkrarnir skulu kenna seg aftur í málfrøðiligu avgerðunum, sum Málráðið tekur.
Bjørn Kalsø sigur, at tað er hansara fatan, at hetta er grundarlagið undir arbeiðnum hjá Málráðnum.
Í dag svarar hann fleiri spurningum frá Bjarna Djurholm, tingmanni, um Málráðið.
Bjarni Djurholm vil hava at vita, hvønn týdning Málráðið leggur í viljan hjá landsstýrismanni og Løgtingi um, at fólkið kennir seg aftur í málfrøðiligu avgerðunum og um opinleika.
Hann vil eisini hava at vita um Bjørn Kalsø heldur, at fatanin av Málráðnum kann vera, at tað er losjukend, verður hansara, og Løgtingsins, vilji ikki verður fylgdur.
Bjørn Kalsø sigur, at ætlanin er at kunna um virksemið hjá Málráðnum á nýggjari heimasíðu, sum er í gerð.
- Mær kunnugt ætlar Málráðið, at málbrúkrarnir skulu kenna seg aftur í avgerðunum, sum verða tiknar, sigur Bjørn Kalsø.
Hann sigur, at eftir upplýsingum, hann hevur fingið, heldur Málráðið at tað gerst best við, at avgerðirnar verða grundaðar á málfrøðiligar meginreglur.
Hann svarar ikki upp á um Málráðið er ein losja. Men hann sigur, at Málráðið er valt eftir reglunum í løgtingslógini um málráð, og hon kunugt virkar tað í samsvarandi við tær reglur, sum eru ásettar.