Hvør av øðrum viðger átta skaldsøgur: Frænir eitur ormurin, Tårnet ved verdens ende, Á ferð inn í eina óendaliga søgu, Lívsins summar, Á Suðurlandið, ?hvørt við sínar náðir, Undir suðurstjørnum og Rúm. Serligt ljós er sett á frásagnarviðurskiftini í skaldsøgunum og millumtekstleikan. Endamálið er at vísa, hvussu modernað skaldsøga verður søgd og hvussu skaldslig verk taka við orðum og myndum í undangonguverkum, skapa og umskapa tey á sín egna hátt. Gongdin í føroyskari skaldsøguskriving er lýst í søguligum baksýni, eins og tað sum er skrivað um skaldsøgurnar er viðgjørt.
Ritgerðin byggir á bókmentafrøðiligar rannsóknir hjá Gérard Genette og Dorrit Cohn: Serliga Julia Kristeva, Genette og Harold Bloom geva íblástur til viðgerðina av millumtekstleika (intertekstualiteti), og viðgerðina av tekstslagnum sjálvum hava Georg Lukásc, Milan Kundera, Frye lagt grund undir.
Bókin er ein dr.phil.-ritgerð, sum verður vard á Aarhus Universitet, auditorium 1, Tåsingegade 3, tann 1. desember, kl. 13.00.
Astri Luihn hevur gjørt permumyndina. Bókin er 407 bls. Hestprent hevur prentað. Útsøluprísurin er kr. 285.