Okkum dámar væl at ferðast, men ferðin aftur og fram millum Føroyar og Danmark fleiri ferðir um árið kann blíva í so einstáttað. Leingi hava vit droymt um at sleppa út at síggja ta stóru verð, men sum lesandi og búsitandi í Danmark hevur tað ikki borið til fíggjarliga. Harafturat er ikki altíð lætt at fáa eina ferð at passa saman við skúlagongdini hjá okkum báðum.
Nú vit ávikavist hava lokið útbúgving og halda ein steðg millum loknan bachelor og kandidatlesna, hildu vit, at hetta kundi verið rætta høvið at fara eina ferð saman. Leiðin skuldi ganga til suðureystur Asia, sum vit hava hoyrt er eitt gott og lætt ferðamál hjá óroyndum fjakkarum.
Asia er ein sansauppliving
Uttan tær stóru fyrireikingarnar og einans einum tur-retur ferðaseðli til Bangkok, fóru vit avstað við ryggsekki á bakinum og ta neyðugu "Lonely Planet" undir arminum. Ætlanin var at vitja Thailand, Laos, Cambodia og Vietnam og annars taka hvønn dag, sum hann kom.
Vit fóru avstað fyrst í septembur og ætla at koma heim til jóla.
Tað var við spenningi, at vit settu okkum í flúgvaran. Vit vistu, hvat vit fóru frá. Vit vistu eisini, at 11 tímar seinni, fór alt at vera ókent og fremmant, og at vit fóru at vera langt, langt burturi frá tí heimliga og kenda. Einki hevði tó kunnað fyrireikað okkum uppá tað, okkum møtti í Bangkok. Eitt umskifti og sansa uppliving uttan líka.
Við nýmótans háhúsum dagandi móti himmalinum, óruddi og illa luktandi burturkasti á gøtuni, vøkrum templum á hvørjum horni, óskipaðari ferðslu, dálking, tropiskum hita, deyminum av fremmandum mati og einum múrlíknandi hópi av menniskjum, ja, so gerst Bangkok býurin, ið tú vilt elska ella skýggja. Aftaná nakrar dagar gjørdust vit von við støðuna. Hildu vit Bangkok vera ein meldurbý, so var hetta einki at rokna í mun til nógvar aðrar býir.
Mugu vera árvakin
At ferðafólk eru løtt offur hjá íspeglum, upplivdu vit ferð aftaná ferð. Ein verður lokkaður bæði higar og hagar.
Tað hendir seg meir enn so, at fólk høfliga koma til tín og vilja vísa veg og annað. Tey siga seg eitt nú vera lærarar og tílíkt og skula beina teg inn á eitthvørt sera áhugavert stað við ósanleikum um at staðið, tú upprunaliga vildi vitjað, er stongt. Hetta gera tey fyri at fáa provisjón fyri hvønn kunda, tey kunnu lokka. Bláoygd sum vit vóru at byrja við, lærdu vit tó skjótt at vera árvakin og ansin. Ein passalig nøgd av varsemi er neyðug at hava við í førninginum.
Tað er eisini eitt sindur torført at venja seg við rópandi gøtuseljararnar, ágangandi tuktukførarum og motorsúkkluførarum, ið allir vilja selja sína vøru. Viðhvørt er tað strævið at noyðast at siga pent ”nei takk" upp í røkur. Tó skal verða sagt, at fólki í suðureyst Asia eru sera fyrikomandi, heit og hjartagóð.Tey royna jú bert at lívbjarga sær sum best. Tey eru hjálpsom bæði so og so og møta tær við stórum smíli.
Cyklo og mutur í Saigon
Á ferð okkara hava vit møtt mongum áhugaverdum fólkum. Í býnum Saigon koyrdu vit ein túr við einum sokallaðum súkklu-taxa, eisini rópt cyklo. Her fingu vit møguleika at fáa frágreiðing um Vietnamkríggið frá fremstu røð.
Førari okkara greiddi frá, at hann var gamal suðurstats-hermaður. Hetta hevði gjørt lív hansara svárt í tíðini eftir kríggið undir kommunistiskum stýri. Hann varð sendur í sonevnda umskúlingarlegu, annað orð fyri fongsul, og stóð uttan arbeiði og útbúgving. Einasti møguleiki hjá honum at vinna pening var at gerast súkkluførari. Hetta hevur síðani verið starv hansara í 12 ár.
Nakað av tí, ið eisini eyðkennir lívið í hesum kommunistisku londunum, er umfatandi mutur. Hetta er serliga nógv at síggja í Cambodia, Laos og Vietnam. Hetta er so inngrógvið og slepst neyvan undan, sum nú er. Áðurnevndi førarin varð til dømis steðgaður av løgregluni. Hann kundi vísa alskyns umbiðin pappír viðíkjandi cyklo-koyriloyvi, og løgreglumaðurin steðgaði honum allarhelst bara tí, at hann sjálvur vildi hava pengar í lumman og hótti tískil súkkluføraran við bót, tí hann eftir hansara meting hevði súkklað ov skjótt.
Mutur sóu vit eisini við markið millum Laos/Cambodia og Cambodia/Vietnam. Her verður gjald tikið fyri alt millum himmal og jørð. Fyrst skal mann gjalda fyri visum, fyri inn- og útstempling í ymsu londini, men tað løgnasta er fepurmátaran, ið tey ”skjóta” í pannuna á tær fyri at staðfesta, at tú ikki hevur fepur í hesum fuglakrímstíðum. Hvussu væl hesin mátarin riggar, skulu vit ikki siga, men hetta er ein sera effektivur máti at fáa nøkur eyka oyru í lumman - "One dollar please!". Tá kann mann ikki annað enn flenna.
Á vitjan hjá fjallastammu
Komin til norðara partin av Laos høvdu vit eina heldur annarleiðis uppliving. Meira enn helvtin av íbúgvunum eru etniskir minnilutar, og tí er tað eitt sera áhugavert stað at vitja. Her fóru vit ein kajakktúr inn í eitt náttúrureservat, har vit fingu møguleika at vitja fjarskotnar fjallastammur og sova har.
Ein av stammunum kallaðist Lanten. Uppruni teirra er í Kina. Hetta var ein heldur surrealistisk uppliving. Tað vísti seg, at hetta fólki í stóran mun var bundið at rúsevninum opium. Menn royktu allan fyrrapartin og gingu skeivir restina av degnum. Av og á gjørdu teir ein túr inn í frumskógina at veiða sermerkt djór, sum teir síðani kundu selja fyri opium.
Skjótt flokkaðust kvinnurnar um okkum og bjóðaðu okkum at keypa heimagjørdar lutir. Vit royndu at gera okkara og leggja nøkur oyru eftir okkum í bygdini. Higartil høvdu vit ikki sæð serliga nógv børn, men tá ið leiðin gekk aftur til kajakkina, sóust enduliga nøkur børn. Tey vóru fá í tali, tí kvinnurnar her eru sjálvdan førar fyri at bera børn orsaka av opium-misnýtslu. Tey flokkaðust um okkum og róptu eitthvørt gleðiligt, ið vit ikki skiltu. Vit gjørdust ikki sørt kløkk, tá vit fingu umsetingina av herrópum teirra. "Hurrá! Ferðafólk hava verið her, nú verður peningur til opium!" Vit kendu okkum ikki sørt væl, nú vit høvdu bøtt um støðuna við at keypa eitthvørt frá móðir teirra.
Vilt apulív í frumskógini
Vit valdu at gera ein túr inn í Bokeu frumskógina í nakrar dagar við ”The Gibbon Experience.” Her kundu vit fylgja apulívinum og sjálvi fáa eina fatan av, hvussu lívið hjá apunum er. Vit svingaðu aftur og fram í longum weirum í minst hundrað metra hædd.
Túrurin til smáttuna var bæði trongur og buldraligur. Vegirnir vóru sera smalir, og vit skuldu bæði koyra og ganga. Í einum miðalstórum 4x4 pick up, sum var líka runutur uttan sum innan, taldust heili 19 fólk, har 3 av teimum hingu uttan á bilinum, og 2 av teimum vóru nýføðingar.
Vit noyddust út at skumpa fastesetta bilin, og ta einu ferðina var Malan so óheppin, at skógvarnir sótu fastir í runudýki hálvan metur niðri. Carstin var so beinasamur at hjálpa, men uttan hepni, tí Carsten traðkaði í sama dýki, og nú vóru bæði skógleys. Meðan onnur stríddust við at fáa bilin leysan, stríddust vit bæði við at leita eftir okkara skóm. Bilurin bleiv eftir tógvið stríð leysur, og skógvarnir komu eisini undan kavi. Nú vassaðu vit víðari ílætin einum skógv í part og einum í hondini. Fyri framman lá nú ein harður gongutúrur í tøttum frumskógi uppá 3 tímar.
Tað var við nógvum nervum, at vit koplaðu okkum á fyrsta weirin og kastaðu okkum út í berari luft. Tað var ein fantastisk uppliving at síggja skógin omanífrá. So við og við gjørdust vit bara heilt djørv.
Næturnar vóru eisini ein sonn avbjóðing. Vit skuldu sova í træsmáttum, ið vóru einar 50 metrar uppi í einari trækrúnu. Mundu tær fara at halda? Hvat er hatta ið skavar? Var hatta kanska hin kakkelakkurin ella eiturkoppurin til støddar við ein neva, sum vit just høvdu sæð?
Nógvir vóru tankanir, men við ljóðbókini “Feðgar á ferð” í poddinum hjálptust aðrir tankar framm. Hetta vóru tríggir heilt fantastiskir dagar. Tað eydnaðist okkum at síggja gibbon apur og mangt annað imponerandi djóralív, hóast tigarin lat á seg bíða.
Leingjast heim til Føroya
Við stórslignum náttúruupplivingum, áhugaverdari mentan og ikki minni syrgiligu krígssøgunum í hesum londum, kunnu vit siga, at hetta hevur verið ein sera hendigarík og lærurík ferð.
Vit kunnu staðfesta, at fólki hevur veruliga havt ein vilja av stálið fyri at koma fyri seg aftur. Her verður serliga hugsað um Vietnam-kríggið og síðani Khmer-rouge-stýrið í Cambodia. Tey kempa, men liva enn við sváru avleiðingunum.
Nú, vit hava ferðast runt í suðureystur Asia, og hava lagt óendaliga nógvar kilometrar aftur um bak, fara vit tær síðstu vikurnar at seta ferðina nakað niður og njóta tvær vikur í Koh Tao í Suðurthailandi. Her er møguleiki fyri at kava beint við serstakliga vakrar strendur. Hetta gleða vit okkum sera nógv til. Tó skal sigast, at tankarnir so smátt eru farnir at leita heim aftur, nú jólini nærkast.
Vit senda bestu heilsur til øll okkara kæru og allar vinir har heima.