Hetta veit heimasíðan hjá HB at siga. Í 1999 var Malan Mohr venjari hjá kvinnuliðnum hjá HB, sum vann greipuna, og hon hevur framvegis ambitiónir um at vinna nakað við HB. Varaformaðurin í felagnum, Niels Juel Arge, fegnast um avtaluna. - Tað er einki at taka feil av, at Malan er ein sera stórur kapasitetur innan føroyskan kvinnufótbólt, og tað kemur rættiliga væl við, at hon enn einaferð vil taka eitt tak fyri kvinnufótbóltin í HB. Í fjør var Malan venjari hjá AB.