Malan Marnersdóttir
Aftur hevur verið nevnt, at tað er undarligt at ongar hægri útbúgvingar eru í tí, sum er høvuðsinntøkukelda í landinum. Eingin ivi er um, at tørvur er á útbúgvingum í fiska-fram-leiðslu-fakum. Stutt fyri jól stóð í Dimmalætting, at Handilsskúlin hevur ætlanir um at gerast eitt uni-ver-s-itet og geva bachelor-útbúgvingar í handils- og leiðslu-fakum. Skúlin heldur í tí sambandi, at Fróðskap-ar-setrið skal veita "trygd fyri akademiska stignum á teimum hægri útbúgvingunum" á handils-skúlanum.
Uppskotini tróta ikki. Spurningurin er kanska meira, at fáa til vegar teir før-leikar, sum skulu til, fyri at geva útbúgvingarnar. Um tað skulu vera akademiskar útbúgv-ing-ar, er m.a. ein spurn-ingur um nóg góður og nóg nógvur førleiki er tøkur í landinum til at bjóða út akademiskar út-búgv-ingar á øllum hesum økjum. Og hvørt hesir førleikar skulu savnast ella spjaðast út á fleiri stovnar.
Fróðskaparsetrið
Handilsskúlin ímyndar sær, at Fróðskaparsetrið skal "veita trygd fyri akademiska stignum" á handilsskúlanum. Men setrið er ikki ein myndugleiki, sum kann veita trygd og góðkenna ymiskt. Fróð-skaparsetrið er eitt universitet, sum við góðkenning frá landsstýrismanninum í mentamálum hevur myndug-leika til at geva ávísar akademiskar útbúgvingar.
Tær akademisku útbúgvingarnar, sum eru í boði á Fróðskaparsetrinum, eru heimilaðar við løgtingslóg og kunn-gerð. Tað er við øðrum orðum landsstýrismaðurin í granskingar- og undir-vísingarmálum, sum gev--ur t.d. setrinum loyvi til at geva tær ávísu útbúgvingarnar, sum eru at fáa har.
Akademiskar útbúgvingar og gransking
Akademiskar útbúgvingar eru grund- og framhaldsútbúgvingar umframt granskaraútbúgving. Tær eru eyðkendar við, at undirvísingin er grundað á gransking. Tað vil siga, at tey, sum undir-vísa og hava ábyrgdina av fakunum, eru virknir gransk--arar og hava royndir við gransking. Før-leikin at granska kann ikki veitast og gevast við fulltrú so at siga.
Útbúgvingar- og granskingarpolitikkur
Tað er tíð uppá at fáa eitt álvarsligt orðaskifti um, hvørjar og hvar tær akademisku útbúgvingarnar skulu vera. Higartil hevur Fróðskaparsetrið verið einasti akademiski lærustovnurin í landinum ? tað var endamálið við honum, tá ið han var stovnaður í 1965. Í útbúgvingarpolitikkálitinum Føroyskur førleiki frá 1999 stendur, at øll hægri útbúgving og gransking í Føroyum skal savnast á Fróð-skap-ar-setrinum í størst møgu-ligan mun. Hvat "í størst møguligan mun" merkir, veldst m.a. um politiskan vilja: Er tann politiski vilj-in soleiðis, at akademiski førleikin skal spjaðast út á nýggj pinku-univ-ersitet, ella er hann soleiðis, at akademiski førleikin skal savnast á tí lítla universit-et-inum, sum vit hava?
Nýggjar bachelorútbúgvingar
Ein nýggj akademisk útbúgving er júst byrjað. Tað er bachelorútbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði. Harafturat er talan er um at seta á stovn bachelorútbúgvingar, t.e. 3-4 ára langar grund-útbúgvingar, í leiðslu umframt lærara- og pedagogútbúgvingar. Fleiri aðrar eru hugsandi við.
Tvey ár á rað hevur løgmaður í røðu sín á ólavs-søku sagt, at útbúgvingarnar eftir miðnáms-skúlarnar eiga at verða samskipaðar við Fróðskaparsetrið, og eg giti, at hann meinar við tær akademisku útbúgvingarnar. Nú er tíðin komin, at gera okkurt, so at hann ikki fyri triðju ferð skal bera hetta fram.
Stødd ella dygd?
Vit eru eitt lítið, men sera ríkt land. Vit hava flakavirki, ítróttarhallir og graslíkisvøllir á hvørjum tanga, so hví ikki eisini univ-ers-itet?
Universitetið, sum vit hava, er eitt lítið universitet, sum átti at vaksið fyri at økt um dygdina og menningarmøguleikarnar, soleiðis at tað kundi verðið tann høvuðsstovnur í land-inum, sum tað átti at verið. Tað ræður ikki um at hava nógv universitet, men um at hava eitt gott og sterkt universitet.
Tað krevur eina ávísa stødd fyri at akademiska virksemið kann gerast ein verulig samfelagslig megi. Tað krevur ein ávísan "kritiskan massa", eitt vist tal av fólki má til á teimum akademisku økjunum, so at eitt vísindaligt orðaskifti kemur í lag, sum kann menna vís-inda-liga virk-semið. Sumstaðni í føroysku granskingini er enn bert eitt fólk á hvørjum fakøki. Fakøkini eru smá og sera spesialis-er-að. Vísindaliga arbeiðið má alla tíðina fylgjast við framløgu og orð-skift-i um arbeiðslag og úrslit, soleiðis at ið hvussu er summi av teimum kunnu gerast til nýggjar vørur og tænastur.
Hækkað útbúgvingarstigið í landinum
Virksemið á univers-itet-um sum Fróðskaparestrinum skal vera grundað á vísindaligt arbeiði, bæði útbúgv--ing-arnar, sum verða givnar, og gransk--ing-in, sum fer fram har. Tað krevur ein kjarna av vís---indastarvsfólki, sum kann geva granskingargrundaðu undirvísingina og hava ábyrgdina av, at tey, sum harafturat lesa tímar á akademisku útbúgvingunum, eru før fyri tað.
Eingin ivi er um, at tað er rætt at hækka útbúgvingarstigið í landinum. Tað er tann vegin vit eru farin og skulu halda fram at fara. Men skulu fleiri akademiskar útbúgvingar enn tær, sum nú eru, bjóðast út, er neyðugt at tryggja, at tær veruliga eru á akademiskum stigi. Greiða má fáast á, hvussu tann neyðugi ganskingarførleikin á akademisku útbúgvingarstovnunum verður rokkin, hvussu hann kann verða hildin uppi og mentur. Grundreglan er, at ganskingarførleiki kann ikki fáast á annan hátt enn gjøgn-um vísinda-ligt arbeiði í verki. Fróðskaparsetrið kann ikki veita trygd fyri, at vís-indaligur førleiki er á øðrum lærustovnum.
Eftir mínum tykki hevði verið ruddiligast, um Fróðskaparsetrið varð víðkað við teim-um deild-um, sum komið verður fram til eiga at vera. Í løtuni er talan um t.d. sjúkrarøktarfrøði, hand-ils-frøði og náms-frøði. Um so skal vera, mugu ætlanir verða gjørdar fyri at byggja ein lærdan há-skúla, sum hevur allar tær akademisku útbúgvingarnar um hendi. Tey lesandi eiga at hava góðar og tíðar-hóskandi lestarumstøður. Rættartrygd teirra skal vera í lagi, tey mugu fáa bachelor- og onnur ---prógv, sum eru javnsett í metum og dygd.
Grund- ella høvuðsgreinaútbúgving
Hvørt vit skulu geva akademiskar grundútbúgvingar her á landi ella heldur leggja dent á at hava høvuðsgreina-, Master-stig og granskara-útbúgvingar er javnan frammi í orðaskiftinum.
Fyri stuttum førdi Ásmundur Guðjónsson sera avgjørdur fram, at Fróðskaparsetrið ætlar "í fyrstu atløgu at framleiga bachelorar" og leggur afturat at "bachelorútbúgvingar fáast væl bíligari í øðrum londum". Tað kann vera, at tað er bíligari at fáa útbúgving í ørðum londum, men tað veldst kortini um hvussu roknað verður. Tað hevði sum heild verið bíligari, um vit øll fluttu burtur í onnur lond. Sumt fæst kortini bara í Før-oyum, eitt nú akademiskar útbúgvingar í føroysk----um viðurskiftum, máli og bókmentum, søgu, samfelagi og náttúru. Men spurningurin er, hvat annað enn tað serføroyska vit skulu granska og undirvísa í.
Útbúgvingarpolitikkur snýr seg bæði um at geva so góða og nógva útbúgving sum gjørligt, og um at gera tað liviligt og fáa fólk at støðast í landinum. Nógv av teimum, sum hava fingið eina útbúgving á Fróðskaparsetrinum høvdu ivaleyst als ikki fingið eina akademiska út--búgving, um ikki setrið var. Men tað er rætt, sum Ásmundur Guðjónsson sigur í greinini, at tað mesta í granskingar- og útbúgvingarskipanini her á landi er søguliga treytað.
Í 1960- og 70?unum varð hildið rættast at byggja akademisku útbúgvingarnar upp niðanífrá, at gera grundútbúgvingar fyri at geva teimum ungu møguleika at byrja lesturin her heima. Síðani er tað vorðið soleiðis, at tað ber til at fáa fleiri heilar akademiskar útbúgvingar á setrinum. Royndir úr grannalondum okkara vísa, at tess longri tað slepst útbúgvingarliga í landinum ella landspartinum, tess fleiri verða verandi og brúka útbúgvingina, so at hon verður landinum ella landspartinum at gagni beinleiðis. Fróðskaparsetrið legði fyri við grundútbúgvingum, fyrst 2-ára útbúgvingum og tað tykist sum tær so líðandi allar verða 3-3_ ára bachelor útbúgvingar, bachelor of arts (hugvísindaligar) og bachelor of science (náttúruvísindaligar).
Á hugvísindaligu deildunum á Fróðskaparsetrinum eru framhaldsútbúgvingar upp til kandidat- og cand.mag.prógv, t.e. tilsamans 4-6 ára útbúgvingar.
Náttúruvísindaligu útbúgv-ingarnar á setrinum eru upp til bachelorstig. Eftir tað mugu student-arnir burtur at fáa sær kandidatprógv. Tey, sum eru skikkað, kunnu síðani koma aftur og fáa granskaraútbúgving á setrinum. Og tað hevur týdning, at tey eru byrjað á setrinum. Tað verða fleiri og fleiri ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum, sum hava lokið grundútbúgvingina her.
Spurningurin er, hvat hevði hent, um vit løgdu um, sum Ásmundur Guðjónsson mælir til, og søgdu: Grundútbúgvingarnar mugu tey ungu fáa sær uttanlands, síðani kunnu tey koma higar og lesa høvuðsgrein, Master og gransk-araútbúgvingina. Kontinuiteturin, sum vit hava bygt upp, hevði ið hvussu farið fyri skeyti.
Royndirnar úr Noregi og Íslandi siga, at eftir at universitetini í ávikavist Tromsø og á Akureyri fóru at virka, øktist talið av fólki við akademiskari útbúgving, sum búgva og virka í lands---partinum. Tað var í síni tíð hildið at vera óða-mannaverk at seta hesi universitetini á stovn! Ì Føroyum eru royndirnar tær somu: Her búleikast alt fleiri fólk, sum hava akademiska útbúgv-ing, m.a. tí at tey hava fingið tær á Fróðskaparsetrinum.
Undirvísing og gransking
Um undirvísingin á Fróðskaparsetrinum fer við ov nógvari tíð og tekur megi frá granskingini er eisini vert at tosa um. Meginreglan er, at býtið eigur at vera toluliga javnt millum tær báðar arbeiðs-upp-gáv-urnar. Afturat teimum kemur, at starvsfólk og studentar á universitetum eiga at taka lut í og stíla fyri fyrisitingini á stovninum.
Hinvegin er undirvísing sera stimbrandi fyri gransking. Granskingararbeiðið fær mangan mið og kós gjøgnum undirvísingina. Tað torførasta er mangan at orða spurning-arnar so greitt og væl, at bæði granskarin sjálvur og onnur fata teir, og í tí sambandi er undirvísing ein frálíkur lærumeistari. Frálæru-upp-gávan krevur, at granskarin leggur seg eftir at miðla kunnleika sín, lærir studentarnar, hvat vísinda---ligt arbeiðslag er í verki og er har til at beina teimum á rætta leið. Har--afturat er eisini samansetingin av gransking og undirvísing søguliga treytað. Hon var hugmyndin ? visjónin ? hjá fyrstu universitetunum.