Malan farin undir fløguútgávu

Malan Thomsen er farin undir fløguútgávu

Seinastu tíðina hevur Malan Thomsen saman við øðrum verið trúgvur gestur hjá JakZac studio, har tey eru í ferð við at syngja og spæla løg til eina nýggja fløguútgávu.

Malan hevur í nogv ár verið sera virkin innan føroyska tónleikalívið, og rødd hennara er at hoyra á nógvum ymsum plátuútgávum.

Hetta er tó fyrstu ferð, at hon er sjálv stendur fyri einari tónleikaútgávu, og er tað maður hennara, Finnur Hansen, sum stendur fyri framleiðsluni.

Á fløguni eru annars nógv onnur nøvn, sum eru væl kend innan føroyskan tónleik. M.a. hava, umframt Maluna sjálva, Kári Jacobsen, Niclas Johannesen, Finnur Hansen og Kim Hansen skrivað løg og tekstir til útgávuna.

Tónleikurin á fløguni verður framførdur av Jan Zachariassen, Jóhannus á Rógvu Joensen, Niclas Johannesen, Leivuri Thomsen og Rógva á Rógvu, so lítið er at ivast í, at hesin parturin er í lagi.

Sum prikkin yvir i?ið hava tey fingið Anders Ørsager, sum er lærdur á rútmiska konservatoriinum til Føroya at skipað kórið, og mixingin verður framd av Óla Poulsen.

Væntandi verður fløgan at síggja á hyllunum einaferð í komandi ári, so til ta tíð mugu vit bara bíða í spenningi.