Hvar ert tú stødd?
La Concepción, Panama
Nær flutti tú til Panama?
Tann 4. august 2006, so eg havi verið her í hálvan sætta mánaða.
Hví valdi tú júst Panama?
Eg vildi fyrst og fremst læra spanskt flótandi. Ætlanin var at fara til Spania, men eg sendi umsóknina inn í seinna lagi, so ikki var pláss fyri fleiri næmingum har. Lestrarvegleiðarin vísti mær á onnur spanskttalandi lond, og eg valdi Panama. Eg visti einki um landið annað enn at hava hoyrt eitt sindur um Panama kanalina.
Hvussu er við málinum – dugir tú lokala málið?
Eg hevði spanskt í 1.s og helt meg duga nøkurlunda. Men tað var sum at fáa ein frammaná, tá eg fyrstu ferð hoyrdi fólkini tosa. Men um ein lurtar og vil læra, so gongur skjótt. Eftir 2 mánaðir kláraði eg meg sjálva, og nú eftir 5 mánaðir er so at siga alt komið upp á pláss, men eg læri meir allatíðina og orðabókin gerst størri hvønn dag.
Hvat dámar tær í Panama?
Mær dámar ótrúliga væl. Fólkini eru fitt og blíð. Fyrsta skúladag byrjaðu tey beinanvegin at spyrja meg um land mítt, áhugamál osv. Og hóast eg ikki dugdi málið, so vóru tey hjálpsom. Tosaðu allatíðina vid meg og fingu meg at skilja. Tað fekk meg at føla meg væl millum tey beinanvegin. Mær dámar eisini væl, at fólk heilsa á gøtuni, ella tá ein kemur inn í bussin, sjálvt um tey ikki kenna hvørt annað.
Er tað nakað, tær ikki dámar við at liva í Panama?
Politiska skipanin er heldur korrupt. Aldursmarkið at koyra er 18 ár, men børn heilt niður í 13 ára aldur koyra. Um foreldrini eiga pengar, so gjalda tey til løgregluna, og so sleppa børn teirra at koyra uttan trupulleikar. Landið er fátækt, vegirnir verða ikki viðlíkahildnir og gøturnar eru skitnar, tí eingin ruddar.
Eg gangi á einum almennum skúla saman við 2000 næmingum. Baðirúmini verða vaskaði eina ferð um vikuna og skúlastovurnar verða als ikki vaskaðar. Hvønn dag kemur fyri, at lærarar ikki møta upp til tímarnar, bert tí teir ikki hava hug.
Hvussu er mentanin í Panama? – Líkist hon tí føroysku?
Nei, hon er øðrvísi. Líkamikið hvar ein fer – út á eina lítla bygd ella mítt í stórbýin – allastaðni eru konur í tjóðarbúnanum at síggja. Fólkini eru rættiliga konservativ. Flestu konur eru heimagangandi, meðan maðurin arbeiðir og vinnur pening til familjuna. Nú fái eg meg at ljóða, sum eru tey 100 ár aftan fyri. Sjálvandi eru øðrvísi familjur, og tað eru eisini hesar, ið eg síggi mest til.
Hvussu er maturin í Panama?
Maturin er alt ov feitur, og so at siga alt er friturusteikt. Tað farligasta er, at tað smakkar so væl. Borðreitt verður við rís og bønum og onkrum kjøti ella høsnarunga hvønn dag, og vit eta næstan ongantíð epli.
Hvussu er veðrið í Panama?
Summarið er frá desember til apríl, so í løtuni er summar, og eg havi summarfrí. Tað er ógvuliga heitt, og regnar als ikki nú. Hitin er omanfyri 30 hitastig og mær er fortalt, at tað verdur enn heitari. Um veturin, sum er frá apríl til desember, regnar ofta illa og við nógvum torusláttri. Tá eru um 20-30 hitastig.
Nú ert tú í AFS í Panama, men kundi tú hugsa tær at flutt yvir har?
Nei, tað haldi eg ikki. Eg ætli mær at ferðast og uppliva nógv. Eg eri jú bara 17 ár, so tað er ógjørligt hjá mær at siga, um Panama er staðið, har eg vil búgva. Tá alt kemur alt, so vænti eg, at einki er sum Føroyar.
---------
FAKTA
Navn: Malan Djurhuus
Foreldur: Rólvur og Hanna Elina Djurhuus
Føddur: 11/07-1989
Føðistaður: Tórshavn
Besti matur:
Føroyskur: Mær leingist eftir øllum føroyskum mati í løtuni
Útlendskur: Arroz con pollo (Rís vid høsnarunga)
Útbúgving/Starv: Fari í 2.s í studentaskúlanum, tá eg komi aftur til Føroya
Motto: Heldur angra tað, tú hevur gjørt, enn at angra tað, tú ongantíð fekst gjørt.









