Malala fingið nýggjan skalla

Nakrar mánaðir eftir, at hon á veg í skúla saman við vinkonum varð skotin í høvdið av Taliban, hevur tann nú 15 ára gamla gentan Malala úr Pakistan verið ígjøgnum nýggjar skurðviðgerðir.

Læknar hava nú sett eina metalplátu upp í vinstra part av skallanum á gentuni, sum er vorðin kend um allan heim.

Púrasta óvæntað yvirlivdi Malala ógvusliga skottilburðin og varð flutt á sjúkrahús í Birmingham seks dagar eftir hendingina.

Eftir hesa longu tíð hevur hon nú fingið tann partin av skallanum, sum varð tikin burtur, gjørdan úr metalli. Læknarnir hava eisini innbygt eitt elektroniskt hoyritól, sum skal geva Malala hoyrnina aftur í vinstra oyra.

Queen Elizabeth Hospital í Birmingham i Bretlandi sigur, at skurðviðgerðin vardi í fimm tímar. Talan var í hesum umfari um tvær skurðviðgerðir, og báðar eydnaðust væl.

Tað sigur sjúkrahúsið í tíðindaskrivi.

Lagt verður aftrat, at plátan, sum er 0,66 millimetrar tjúkk, gevur heilanum fysiska verju, eins og skálin á høvdinum annars ger.

- Plátan kemur í staðin fyri tann partin av skallanum, sum læknarnir noyddust at taka fyri at minka um trýstið á heilan, sum skotið elvdi til, sigur sjúkrahússtjórin, Dave Rosser.

Læknarnir eru sera væl nøgdir við tey framstig, sum gentan hevur gjørt, síðan ógvusliga tilburðin í oktober.