Fløguútgáva
Malagrót eitur nýggja savnsfløgan, ið er komin í handlarnar. Fløgan er eitt av úrslitunum av frálíku verkætlanini Ungt Virki, ið Handilsskúlin skipar fyri. Fýra av teimum ungu valdu at geva eina fløgu út, við nøkrum av bestu rokkbólkunum og einstaklingunum í Føroyum.
14 løg eru á fløguni, nøkur eru útgivin frammanundan, meðan onnur ikki eru útgivin áður. M.a. er hetta fyrstu ferð, at nøkur av sterkastu tónleikanøvnunum í Føroyum eru at hoyra á fløgu. Her kunnu nevnast bólkar sum Side Effect, Sic, Marius og The Dreams.
Spennandi nýggi bólkurin The Story Ends hevur somuleiðis fingið eitt lag á fløguna, eins og royndir bólkar sum 200, Makrel, Týr, Deja Vu og Páll Finnur Páll hava latið løg til endamálið. Tveir av bólkunum, ið luttóku á tí fullkomnu føroysku undirgrundsfløguni Ampaljóð, eru eisini við her, Lama Sea, ið teljast millum bestu føroysku bólkarnar í løtuni, og garrvillu 48 Pages.
<st1:PersonName w:st="on" ProductID="Hei?rikur á Heygum"$?$end$!$Heiðrikur á Heygum</st1:PersonName$?$end$!$ er uttan iva friðarligasta innslagið á fløguni, við sínum vakra lagi Vetrargestur, ið er fyrsta lag á fløguni. Hin einstaklingurin á fløguni, René Bischoff, eigur seinasta lagið á henni, Kettan.<BR>
Vinningurin av fløguni fer til arbeiðið við at menna føroyskan tónleik.
Løgini eru hesi:
<st1:PersonName w:st="on" ProductID="Hei?rikur á Heygum"$?$end$!$Heiðrikur á Heygum</st1:PersonName$?$end$!$ - Vetrargestur<BR>Lama Sea - The Bastard
The Story Ends - Dancing around Honululu
48 Pages - We People
Marius - Straight Lines
The Dreams - I'll be There
Sic - Reach Inside
200 - Frustreraðir Javnaðarmenn
Týr - Rainbow Warrior
Makrel - On Toes
Páll Finnur Páll - Rasputin
Deja Vu - Reckless
Side Effect - Kaos
René Bischoff - Kettan