Tvær fyrri fjórðingsfinalur hava verið í Champions League í kvøld. Real Madrid og PSG vunnu heimasigrar móti ávíkavist Borussia Dortmund og Chelsea. Real Madrid vann 3-0, meðan PSG vann 3-1.
Bæði vinnandi liðini fingu tó stjørnuspælarar skaddar. Bæði Cristiano Ronaldo fyri Real Madrid og Zlatan Ibrahimovic fyri PSG máttu skiftast út vegna skaðar.
PSG vann oljukríggið
Paris Saint-Germain vann oljukríggið móti Chelsea, sum byrjaði uttan ein veruligan áleypara. Heldur hevði José Mourinho týska Andre Schürrle sum fremsta mann.
Tað gingu bara tríggir minuttir, so legði Ezequiel Lavezzi PSG á odda. John Terry megnaði ikki at rudda vekk, og so var argentinin fyrstur á og skoraði. Aftursvarið hjá Chelsea kom aftaná 27 minuttir, tá Thiago Silva feldi landsmannin Oscar í brotsteiginum.
Sjónvarpsmyndir vísa, at talan í øgiliga stóran mun er um brotsspark, hóast Oscar veit hvat hann ger, tá hann dettur. Eden Hazard var tryggur úr ellivu metrum.
Avgerandi málið í dystinum kom eitt korter inn í seinna hálvleik, tá David Luiz var óheppin og gjørdi sjálvmál. PSG sendi fríspark innfyri og har endaði bólturin í málinum. Í evstu løtu tryggjaði innskifti Javier Pastore PSG eitt frálíkt útgangspunkt til returdystin, tá hann við einmansavriki økti til 3-1.
Fyri PSG kom tað illa við, at Zlatan Ibrahimovic fór av vøllinum skaddur. Líkt er til, at talan er um fiburspreinging. Um so er, so spælir hann ikki í returdystinum.
Real Madrid á veg til hálvfinalurnar
Real Madrid vann heili 3-0 á Borussia Dortmund á Santiago Bernabeu í Madrid. Sigurin kundi verið størri, men Borussia Dortmund hevði so sannliga eisini sínar møguleikar. Borussia Dortmund var uttan fleiri lyklaspælarar. Serliga Robert Lewandowski tóktist saknurin verða stórur í.
Real Madrid kom á odda longu aftaná fýra minuttir, tá Gareth Bale fekk prikað bóltin í málið. Hann spældi sum heild ein góðan dyst. Tað var týðliga greitt, at hetta fór at verða alt annað en nein taktiskur og keðiligur dystur.
Isco økti fyri Real Madrid, tá ein hálvur tími varð spældur. Hann fekk ov nógv pláss á brotsteigarmarkinum og plaseraði bóltin í málið. Góðar tíggju minuttir inn í seinna hálvleik kom tað, sum kann tykjast sum avgerðin í hesi uppgerðini, tá Cristiano Ronaldo hegnisliga skoraði sítt 14 mál í kappingini hetta kappingarárið.
Fyri Real Madrid kom tað illa við, at Cristiano Ronaldo mátti lata seg útskifta við skaða í seinna hálvleiki. Enn er ógreitt akkurát hvat er gali.
Champions League – Fjórðingsfinala:
Í dag:
PSG – Chelsea 3-1 (1-1)
1-0 Ezequiel Lavezzi, 3
1-1 Eden Hazard, 27 br
2-1 David Luiz, 61 (sjálvmál)
3-1 Javier Pastore, 90+2
Real Madrid – Borussia Dortmund 3-0 (2-0)
1-0 Gareth Bale, 3
2-0 Isco, 27
3-0 Cristiano Ronaldo, 57
Í gjár:
Barcelona – Atletico Madrid 1-1 (0-0)
0-1 Diego, 56
1-1 Neymar, 74
Manchester United – Bayern Munchen 1-1 (0-0)
1-0 Nemanja Vidic, 58
1-1 Bastian Schweinsteiger, 67