Makrelurin – svartkjafturin umaftur!

Oddagrein:

Vit minnast øll tíðina, tá svartkjafturin kom at standa ovast á breddanum í føroysku miðlunum og annars í tí samfelagsliga kjakinum. Og hvussu hann skjótt gjørdist ein týðandi inntøkukelda. Eftir at hava troytt vanligu fiskastovnarnar heima sum á mið- og fjarleiðum kom svartkjafturin bráddliga inn í myndina sum ein frelsandi eingil. Hetta fiskaslag, sum vit fyrr kendu sum sildaforskrekkjarin og sum nakað, ið vit als ikki kundu brúka til nakað vinnuligt, bleiv eitt alternativ, sum skuldi vísa seg at fáa alstóran týdning fyri føroyska vinnu.

 

Vit høvdu hoyrt um hann, vit høvdu sæð hann, men høvdu ikki givið okkum fær um, at hann ein dag skuldi gerast týðandi partur av okkara vinnuliga grundarlagi. Tá tað vísti seg, at hesin lítli fiskurin ferðaðist gjøgnum føroyskan sjógv og her fekk sína dagligu føði, fingu politikarar og vinnulívsfólk eyguni upp fyri einum nýggjum tilfeingi.

 

Og tað skuldi vísa seg, at svartkjafturin gjørdist ein týðandi rávøra hjá eitt nú Havsbrún. Royndir vórðu eisini gjørdar at viðgera fiskin til matna. Tað skuldi tó vísa seg at vera ein torfør gongd, ið kravdi tol. Men so var tað býtisfiskurin. So nógv varð til av svartkjafti, at hann var ein góð vøra at brúka sum býtisfisk. Vit fingu á henda hátt dýrar toskakvotur í norskum og russiskum sjógvi, í umbýti við okkara svartkjaft, nakað, sum hevur havt alstóran týdning fyri okkara búskap fram til dagin í dag. Í dag er flotin so eisini farin at brúka svartkjaftin í síni matvøruframleiðslu.

 

Nú er bráddliga ein nýggj ”svartkjaftatíð” í eygsjón. Makrelurin, sum vit hava havt avmarkaða atgongd til, vísir seg nú vera fiskaslag, sum finst í ómetaliga stórum nøgdum og sum eins og svartkjafturin etur seg mettan i føroyskum sjógvi. Fiskimálaráðharrin segði við útvarpið nú um dagarnar, at vit eru farnir undir at kanna, hvat er við at henda við makrelinum og í hvønn mun vit eiga at gera okkum tilreiðar til at krevja eina nógv størri kvotu. Í dag eiga vit bert 5% ella 30.000 tons av samlaðu makrelkvotuni. Um somu tíð hoyra vit íslendingar siga, at teir ætla sær av fiska eini 200.000 tons av makreli.

 

Hetta mál hevur stóran skund. Drála vit so kann henda, at vit missa stór virði, ið vit hava rætt til, av hondum. Okkara embætisfólk og politikarar mugu til at arbeiða skjótt og miðvíst. Um makrelurin eins og svartkjafturin brúkar føroyskt havøki til beiti, so mugu vit gera vart við okkara rættindi.

 

Um nakar longu hevur sovið í tímanum duga vit ikki at siga, men vinna, politikarar og embætisfólk mugu alt fyri eitt til at raðfesta komandi makrelfiskiskap í føroyskum sjógvi nógv hægri og skjótast tryggja sær, at Føroyar fáa eina munandi størri makrelkvotu, tá henda skal ásetast aftur. Lat okkum læra av svartkjaftasøguni.