- Hóast makrelstovnurin hevur verið í hæddini seinastu árini, bæði í stødd og útbreiðslu, so vísa nýggjar kanningar, at vøksturin hjá hvørjum einstøkum makreli hevur verið minkandi síðstu árini.
Tað skrivar Havstovan á teirra heimasíðu í dag, ið vísur til eina kanning, sum Anna Ólafsdóttir og Jan Arge Jacobsen, granskarar á Havstovuni, saman við granskarum úr Íslandi og Noregi, hava gjørt. Úrslitini eru nýliga kunngjørd í altjóða tíðarritinum “ICES Journal of Marine Science”.
Kanningarnar hjá granskarunum vísa, at miðalvektin hjá einum átta ára gomlum makreli í 2013 var tann sama sum hjá einum fýra ára gomlum makreli í 2005.
- Eisini er miðalvektin fyri ávísar longdarbólkar minkað síðani 2005. Grundin til hesa negativu gongdina kann vera, at makrelstovnurin er vorðin so mikið stórur, at kappingin um føðina er harðnað, samstundis sum tað tykist at nøgdin av sild eisini hevur eina negativa ávirkan á vøksturin hjá makreli – sildin kemur á summarbeitiøkini ein mánað áðrenn makrelurin.
- Ein onnur orsøk kann vera at økta útbreiðslan av makreli seinastu tíðina hevur ført við sær at makrelurin noyðist at svimja longur eftir føðini og tí brúkar meira orku enn fyrr - hetta ávirkar vøksturin negativt. Hinvegin tyktist sjóvarhitin ikki at hava ávirkað vøksturin so mikið, at tað sást aftur í kanningunum.
Havstovan upplýsir, at kanningin er grundað á mátingar av gott 25 túsund makrelum, savnaðir inn í norska fiskiskapinum í Norðsjónum í tíðarskeiðinum 1984 til 2013.