Makrelurin hevur ikki skyldina

Makrelur etur ikki yngulin av toski, hýsu og upsa, og er tí ikki beinleiðis orsøk til vánaligu gongdina í botnfiskastovnunum. Tað skrivar Havstovan í dag.

 

Hetta er niðurstøðan eftir at Havstovan ehvur gjørt magakanningar av meira enn 1500 makrelmagum, tiknir á Land­grunninum síðani 2011.

Orsøkin er helst, at yngulin og makrelurin ikki eru á sama stað til somu tíð. Kanningarnar vísa eisini, at makrelurin etur til dømis hvítingsbróðir og nebba­sild, sum eisini er føði hjá størri botnfiski, og soleiðis kann ávirka botnfiskin óbeinleiðis.

 

Kanningarnar hjá Havstovuni vísa, at makrelurin kemur í føroyskan sjógv í apríl, mai mánað og verður verandi til út í novembur.

 

Í 2011 byrjaði Havstovan at kanna makrelin í føroyskum sjógvi. Tað var eftir, at fólk fyri fyrstu ferð sóu makrelin kóka í vatnskorpuni, har hann sílaði djóraæti úr sjónum. 

 

Øll frágreiðingin um leiklutin hjá makreli á landgrunninum er at lesa her.