Makrelurin ein sólskinssøga? – fyri hvønn?

Tað, sum er farið fram seinastu tíðina við handfaringini, herundir uppboðssøluni, av makrelkvotuni, hevur reist nógvar ivaspurningar, harav eg sum borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu má seta orð á nøkur viðurskifti.

Uppboðssølan av makrelinum herfyri er nú lýst sum ein sólskinssøga. Við fyrsta eygnakast kann tað tykjast so, men verður hugt nærri, so sæst, at einki er so einfalt, sum tað sýnist.

Avreiða á opnum
havi til útlendingar
Okkara svangi landskassi fær peningin fyri kvoturnar beinanvegin, men hvat hendir víðari. Svarið er: millum lítið og onki. Hetta er tíverri niðurstøðan, sum eg eri komin til.
Kvoturnar eru seldar til fyritøkur, stýrdar av útlendskum áhugamálum. Prísurin á kvotunum er hægri, enn tær føroysku fyritøkurnar klára at gjalda. Makrelurin verður fiskaður til útlendsk móðurskip, við útlendskari manning og skapa harvið onki arbeiði og virðisøking á landi og helst minimala inntøku til føroysk reiðarí og manningar.
Her sakni eg ein loyalitet frá landsins síðu ímóti okkara egnu vinnulívsfólki og -fyritøkum.

Landskassin vinnur og
kommunur fyri vanbýti
Á henda hátt fær landskassin sítt, men føroyska vinnan kemur at minka munandi í vavi, og teir ringvirkningar, sum skuldu verið úti um í samfelagnum, verða munandi minni.
Eftir við svartaper sita tær kommunur kring landið, sum eru heftar at fiskiskapinum á ein ella annan hátt. Tað kann vera, at skip ella virkir eru í kommununi, at manningar við skipunum og arbeiðisfólkið, sum landar og hagreiðir makrelin, flutningsfyritøkurnar (lastbilar og skipafeløg), eru heimahoyrandi í kommununi.
Fleiri av hesum kommunum hava gjørt stórar íløgur í havnaløg og umstøður, sum hava skapt karmar og grundarlag fyri vinnuligari menning í samfelag okkara.

Latið okkara egnu vinnu
og arbeiðsmegi makrelin
Eg eri bangin fyri at tann størsti taparin í síðsta enda verður landið. Hetta sigi eg út frá tí samanhangi, at jú minni avleitt virksemi vit fáa við makrelinum, jú minni verður skatturin, eisini til landskassan.
So kunnu vit spyrja, um hetta samsvarar við eitt nú løgmansrøðuna, har sagt verður, at vit skulu flyta okkum frá at vera rávøruframleiðari til at vera matvøruframleiðari.
Sum støðan er beint í løtuni, gongur tað skeivan veg. Vit eru at sammeta við tey mest tilafturskomnu londini, ið selja sína rávøru til onnur at brúka.
Hvat er vorðið av øllum visjónunum um virðisøking, gransking og víðari menning av vinnuni? Um øll fiskirættindi í framtíðini skulu seljast til hægstbjóðandi, kann avleiðingin í ringasta føri verða, at ongin tíðarhóskandi føroyskur floti verður um nøkur fá ár.
Hetta vónar sjálvandi eingin av okkum, og tí er so umráðandi at landið ikki hugsar í løtuvinningi til egnan, svangan kassa, men letur okkara egnu vinnu og okkara egna arbeiðsfólk fáa okkara tilfeingi til virkingar og virðisøking – tí í longdini eru tað vit, sum her búgva, ið fara at gjalda landskassanum tann skatt, sum honum tilkemur.