Makrelur við ES - sós í dós - Makrelurin er ogn Føroya fólks? Er hann tað?

Nei! Eg meti at aðrar tjóðir seta dagsordan. Her eru ES og Noreg íroknað. Ísland er so mikið at sær komið, at tey gera sínu egnu metingar og áseta sær kvotu hareftir.

Vónadi fylgja vit okkara brøðratjóð (Íslandi) fyri vestan og staðfesta, at makrelurin er í okkara sjóøkið og áseta okkum eina stóra kvotu, ið flest møgulig fáa ágóðan av. Arbeiði til mest møgulig.
Hvør hevur givið Føroyum søgulig rættindini? Hava Russar ikki fiskað nokk so stórar nøgdir gjøgnum tíðina – har við givið okkum søguligar nøgdir av fiskaðum makreli? Føroyar liggja í vakstrarøkinum hjá makrelinum. Hetta gevur okkum rættindi til at fiska burtur av tí ferðandi stovninum, ið makrelurin er. At aðrir tillutata okkum bert 4% av heildarveiðuni , tað kann og má ikki góðtakast. Vóni at uttanlandsnevndin og fiskimálaráðaharrin er somikið vaksin at Føroyar áseta sær sjálvum ein stóra kvotu fyri 2011. Her meta menn, at 300.000 tons er rímuligt, men um tað so verður 200.000 tons. Tað er so ein byrjan. Tað kann verða eitt hægri tal í 2012.
Makrelur hvat er tað? Ein fiskur, ið livir í Norskahavinum. Norksahavið er økið, ið føroyskt sjóøkið er stórur partur av.
HYPERLINK "http://da.wikipedia.org./wiki/Fil:Norwegian_Sea_map-da.png"

Ein fiskur, ið eftir sítt fyrsta liviár hevur ein longd upp á 20 + cm. Kynsbúgvin verður makrelurin, tá hann er 30 cm langur (tá er hann 3 ára gamal) Minsta vekt á makreli, ið kann seljast er 0,1 kg og minsta longd er 20 cm. Hetta vil siga at eftir einum ári kann makrelurin fiskast.
Hví fiska makrelin so tíðliga? Jú! Makrelurin er ein rovfiskur. Hann etur planktondjór, smákrebsdjór, smásild, brisling, tobis, rækjur, fiskaegg, fiskayngul, ymiskar toskafiskar og onnur smádjór . Ein stór orsøk til at vit skulu fiska makrel í stórum mátistokki.
Gýtur í havskorpuni mars til juli. Tað vil siga at hann gýtur eisini í føroyskum sjóøki stórar part av árinum – enn ein stór orsøk til at vit skulu fiska makrel.
Tilfeingisbúð? Er ikki alt tilfeingi ogn Føroya fólks? Ella er tað bert fiskurin?
Hvat so við teimum almennu arbeiðsplássunum? Eru tey ikki ogn Føroya Fólks? Skulu hesi alment starvsfólkini gjalda til eina tilfeingisbúð – fyri at sleppa til arbeiðis?
Makrelurin skal verða útlutaður til mest møgulig. Makrelurin skal skapa sum mest av arbeiði! Í dag eru 2.100 fólk arbeiðsleys. Mest møguligt samfelags gagn má fáast burturúr. Gjøgnumroknaðir verða allar møguligir hættir, soleiðis at økjast kann um virðið á besta møguligan mun. Tað kann hugsat at allur makrelurin skal um føroyskan bryggjukant. Ein partur sum fryst, ein partur, sum flak, ein partur sum fekst – til mannaføði og ein partur til djórafóður. Makrelurin verður býtur út til allar skipabólkar. Soleiðis at makrelurin á ein so fjølbroyttan hátt, ið er møguligt verður veiddur og haggreiddur.
Hvussu fáa vit sum mest burtur úr makrelinum? Makrelurin er í stórum nøgdum í Føroyskum sjóøkið. Umleið 3.000.000 tons eri í okkara sjóøkið í stóran part av árinum. Onkur vil verða við í 8 mánaðir um árið seinastu árini. Makrelur etur ( føðin hjá makrelinum vigar ) áleið sína egnu vekt umleið 3 - 4 ferðir um árið. Hetta er føði hjá botnfiskinum við Føroyar. Tað, ið vit øll skulu liva av !
Vónandi lesur onkur hetta, ið hevur eitt orð at siga. Hvør kann og torir at siga, eitt orð.
»Med påbelagt hånd eller ej«