Havrannsóknarstovnurin í Íslandi hevur biðið fólk kring landið siga frá, um makrelur er í sjónum á teirra leiðum, og eftir teimum fráboðanum, sum fiskifrøðingarnir higartil hava fingið, er makrelur víða um landið. Útvarpið í Reykjavík sigur, at óvanliga nógvur makrelur er frá Reykjanesi fram við øllum Vesturlandinum, úti fyri Vestfirðum, eystur ímóti Húnaflógva á Norðurlandinum og nógvastani fram við Eysturlandinum.
Jón Sólmundarsson á Havrannsóknarstovninum sigur, at makrelur er á næstan øllum firðum og flógvum, og hann leggur afturat, at teir firðir, sum ikki hava makrel nú, fáa hann innan stutta tíð.
Jón Sólmundarsson sigur, at tað er ikki bara makrelur inni á firðunum, tí hvalur, nísa og svartfuglur koma aftan á makrelinum.