Johan Mortensen
----
Eg havi mína dagligu gongd á Eystaru Bryggu og er tað sera sera deprimerandi at síggja tómu hallirnar hjá Bacalao. Bacalao sum í so mong ár beyðføddi nógv húski í Havn. Nú er tómt og øskukalt. Okkurt hissini tos um at kanska fer onkur undir okkurt einaferð !
HETTA ER IKKI GOTT NOKK ! NÚ FARA VIT TIL VERKA :
Vit veiða íár 150.000 tons av makreli. Hann verður trolaður, frystur og bombaður til Nigeria og er als ongin virðisøking av honum. Í okkara grannalondum er sera stór góðsking av markeli og sild. Makrelurin verður skorin, royktur, koyrdir í dós osfrs., og hvør kennir ikki Makrelguff. Tað verða milliardir vunnar uppá hesa vinnu. Her á landi taka hvørki Býráðs ella Landspolitikarir góðsking uppá tunguna – onki hoyrist heldur at nakar her á landi hevur roynt at etið makrelin ! ongin tosar um hvussu væl hann smakkar og hvussu stórur møgulleikar eru í hesum tilfangi sum hægri makt í stórsinni enn einaferð hevur vælsignað Føroyar við !
Tað er upplagt at fara undir góðsking á makreli á Bacalao – tað finnast nógv útlendsk feløg sum fegin vilja gera eitt joint venture her og samstarva. Slíkt virksemi fer at geva arbeiði til nógv hundrað fólk og eitt stórt útflutningsvirði úr Havnini !
Komið eg í Býráði vil eg arbeiða fyri slíkari ætlan so Bacalao stendur tilreiðar til næstu verðtíð.