Aftur í ár savnaðist stór mannfjøld í Vágsbotni 29. juli.
Rás2 skipaði aftur í ár fyri undirhaldi í Vágsbotni uttanfyri Miðlahúsið. Ikki hevur verið óvanligt, at eini 10.000 fólk savnast í Vágsbotni til undirhald uttanfyri Miðlahúsið, innan leiðin gongur niðan á Vaglið til miðnáttarsang.
Í ár var onki undantak.,
Páll Finnur Páll høvdu tónleikin um hendi, og síðani kom skemtarin Jákup Weihe á pallin og spældi skemtiliga og hugsaða persónin, ið nevnist Kalle Mohr.
Hesin helt eina ólavsøkurøðu, sum sjálvsagt í stóran mun snúði seg um makrel.
Ras2 setti av álvara dám á og at enda komu Elin og Kári, Nalja, á pallin, og tey eru jú kend fyri at eiga mest spælda ólavsøkusangin , nevniliga sangin um deiligu Havnina.
Tiltakið hjá nakrantíðRAS2 er vorðið fastur táttur á ólavsku og í ár savnaðust aftur stór mannfjøld í Vágsbotni.