Í nýggju roknskapargreiningini, sum grannskoðarafelagið Nota hevur gjørt yvir árini 2006-2010, sigur felagið um gongdina hjá uppisjóvarskipunum, at hesi hava klárað seg rímiliga væl øll árini, sum greiningin fevnir um. Tó sæst ein afturgongd árini 2006-2008. Men síðan er hendan gongd vend, og árið 2010 gjørdist eitt rímiliga gott ár hjá hesum bólki.
- Men uppisjóvarflotin er ikki nóg væl konsolideraður, og gjaldførið kundi verið væl betri, sigur Nota.
Lagt verður aftrat, at møguligt hevur ikki verið at fingið neyv hagtøl fyri miðalprísir og veiðinøgd fyri fyrstu átta mánaðirnar í ár. Tí ber ikki so væl til at gera neyvar samanberingar fyri 2010 og 2011.
- Greiðar ábendigar eru tó um, at økta makrelnøgdin saman við einum hægri miðalprísi higartil í ár, fer at gera úrslitið í 2011 betri enn í 2010, hóast høga oljuprísin, sigur Nota í síni roknskapargreining.