Makrelur eigur framgongdina

Høvuðsorsøkin til økingina í veiðivirðinum er økta makrelkvotan. Tað staðfestir grannskoðaravirkið Januar í greining.

Viðhefta talva vísir eina útgreining av, hvussu nettosølan hjá føroyska fiskiskipaflotanum býtir seg millum ymisku veiðibólkarnar árini 2008 til 2012.

 

Á talvuni sæst, at samanlagda søluvirðið er hækkað hesi árini við 35,4%.

 

- Her sæst eisini, at tað er økingin í nettosøluni hjá uppsjóvarflotanum árini frá 2010, sum er orsøkin til økingina í samlaðu nettosøluni.

 

Grannskoðaravirkið Januar, sum hevur greinað fiskiskipaflotan, vísir á, at um uppsjóvarskipini vórðu hildin uttan fyri í greiningini, hevði samlaða veiðivirðið nærum verið óbroytt árini 2008 til 2010.

 

- Høvuðsorsøkin til økingina í veiðivirðinum árini frá 2010 er tískil økta makrelkvotan, staðfestir felagið.

Lagt verður aftrat, at eisini partrolararnir hava havt stóra framgongd í nettosøluni árini 2008 til 2012, men hetta kemst serliga av, at talið av skipum er økt hesi árini.

Grannskoðaravirkið Januar vísir á, at verksmiðjuskipini eisini hava havt eina lítla framgongd hesi árini, meðan restin av flotanum hevur havt afturgongd.