Fundurin, sum skuldi verða í Reykjavík ímillum strandalondini um býtið av heildarkvotuni av makreli er enn einaferð útsettur. Enn einaferð eru samráðingarnar um býtið av makrelkvotuni millum strandalondini - Noreg, ES og Føroyar - útsettar.
Samráðingarnar, sum skulu verða í Reykjavík, skuldu ætlandi verða í hesi vikuni, men eru nú útsettar til 16. og 17. mai.
Hetta er aðru ferð, at hesar samráðingar eru útsettar.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sagt, at um Føroyar ikki í minsta lagi fáa 15% av samlaðu makrelkvotuni, fer hann at áseta Føroyum eina eginkvotu av makreli upp á 150.000 tons fyri árið í ár.
Í býtinum millum strandalondini eiga Føroyar minni enn 5%, og tað eru føroyingar ikki nøgdir við - og slett ikki seinnu árini, nú tað vísir seg, at rættiliga nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi í summarhálvuni.
Landsstýrismaðurin hevur latið Felagið Nótaskip vita, at tað liggur í kortunum, at føroyska eginkvotan av makreli í 2010 verður 150.000 tons.